Í fjør vann Martin Gravesen sítt fyrsta FM-heiti, tá hann í Klaksvík vann FM í ½ maraton. Stutt eftir vann han eisini FM í maraton. Hann var tó ov stuttur at vinna Tórshavn Marathon í fjør, tí tað gjørdi Joe Dale úr London. Men Martin rann í ár heilar fýra minuttir skjótari enn í fjør, og vann ein greiðan sigur, bert minuttin frá rutumetinum.
Men hóast verjandi føroyameistarin rann fýra minuttir skjótari í ár, so var tað kortini eitt sindur óvæntað, at hann endurvann heitið. Tí Eirikur Hansen hevur verið í sínum besta formi seinastu tíðina, og ein tíð niður móti 2.45 lá líkasum í luftini. Byrjanin hjá Eiriki var eisini góð, men kreftirnar gingu óvæntað tíðliga undan. Uppi á Vegnum Langa fekk Martin runnið Eirik uppaftur, eftir at hava verið heilt fitt aftanfyri í Kaldbaksbotni. Eirikur hevði ikki orku at svara aftur, men motorurin hjá Martini koyrdi bara betur og betur. Heilt fram til málstrikuna sá Martin Gravesen sera sterkur út, og tað sá næstan út sum hann kundi runnið nógvar kilometrar afturat.
Absalon Hansen fangaði hesa myndina, har Martin fyrst hevur runnið Eirik upp, og síðan er við at fara undan. Avgerandi løtan, metti Absalon, og er tað ivaleyst rætt.
Hóast stóra skuffilsið hjá Eiriki, helt hann á at stríðast. Silvurmerkið kom ongantíð í vanda. Til tað var Cecil Weihe á triðjaplássi ov langt afturi. Allir tríggir FM-heiðursmerkjavinnararnir vóru undir teimum trimum tímunum. Veteranbólkin vann Martin Gravesen sjálvandi eisini. Her var Cecil nummar tvey og Páll H. Vesturbú nummar trý. Tað var annars Uni Svabo Joensen úr Frælsi, sum fekk bronsumerkið handað, men hetta er ein feilur, tíverri, sum má rættast.
Bert ein superveteranur var við í kappingini. Hans Birgir Hansen luttók í Tórshavn Marathon nummar 14 av 14. Hans Birgir gjørdist drúgvur hesaferð, og kom á málið aftaná 6 tímar og 24 minuttir.
Menn opin bólkur | ||||
Nr. | Tíð | Navn | Felag | Føðiár |
1. | 2.50.24 | Martin Gravesen | Bragdið | 1967 |
2. | 2.55.56 | Eirikur Hansen | Bragdið | 1980 |
3. | 2.58.53 | Cecil Weihe | Bragdið | 1965 |
4. | 3.06.58 | Pauli Johannesen | Bragdið | 1974 |
5. | 3.11.34 | Niels Poulsen | Bragdið | 1972 |
6. | 3.13.27 | Lau Jensen | Roysnið | 1972 |
7. | 3.37.18 | Páll Højgaard Vesturbú | Hvirlan | 1961 |
8. | 3.44.10 | Herluf Hansen | Bragdið | 1973 |
9. | 3.49.05 | Anton Højgaard | Roysnið | 1977 |
10. | 3.55.14 | Uni Svabo Joensen | Frælsi | 1969 |
11. | 3.57.48 | Jóhan Heiðrikur Mouritsen | Roysnið | 1974 |
12. | 4.08.59 | Christian Olsen | Bragdið | 1962 |
13. | 4.10.25 | Dan Kruse Thomsen | Bragdið | 1970 |
14. | 4.11.34 | Bogi H. Højgaard | Bragdið | 1984 |
15. | 4.26.43 | Sofus Poulsen | Frælsi | 1965 |
16. | 6.24.32 | Hans Birgir Hansen | Bragdið | 1949 |
13 | DNF | Helgi Johannessen | Roysnið | 1967 |
7 | ? | Rúni Simonsen | Bragdið | 1973 |
16 | ? | Paul Kragesteen | Bragdið | 1964 |
Menn veteranar | ||||
Nr. | Tíð | Navn | Felag | Føðiár |
1. | 2.50.24 | Martin Gravesen | Bragdið | 1967 |
2. | 2.58.53 | Cecil Weihe | Bragdið | 1965 |
3. | 3.37.18 | Páll Højgaard Vesturbú | Hvirlan | 1961 |
4. | 3.55.14 | Uni Svabo Joensen | Frælsi | 1969 |
5. | 4.08.59 | Christian Olsen | Bragdið | 1962 |
6. | 4.10.25 | Dan Kruse Thomsen | Bragdið | 1970 |
7 | 4.26.43 | Sofus Poulsen | Frælsi | 1965 |
DNF | Helgi Johannessen | Roysnið | 1967 | |
? | Paul Kragesteen | Bragdið | 1964 | |
Menn superveteranar | ||||
Nr. | Tíð | Navn | Felag | Føðiár |
1. | 6.24.32 | Hans Birgir Hansen | Bragdið | 1949 |