Sum flest øllum kunnugt, so er tað í morgin og sunnudagin, at FM Ung 2013 verður hildið á Tórsbreyt. Kappingarnar byrja kl. 10.00 í morginári. Veðrið sær sera lovandi út, og tað er tí lagt upp til nakrar sera spennandi og góðar kappingar. Vónandi verða nógv fólk á Tórsbreyt í morgin og sunnudagin.
Niðanfyri er kunning til íðkarar, dómarar og foreldur.
Vert at leggja til merkis:
– Í innleiðandi umførum við 2 riðlum, koma 2 tey fremstu og síðan 2 tær bestu tíðirnar víðari til finaluna sunnudagin
– Í innleiðandi umførum við 3 riðlum, koma vinnarin og síðan 3 tær bestu tíðirnar víðari til finaluna sunnudagin
– Í langspurti við 2 riðlum eru bert tíðirnar avgerandi fyri endaliga úrslitið
– Í lopi og kasti fáa allir íðkarar 3 royndir
– Startnummar (við navni) skal avheintast í rúminum undir klokkuni
– Hvørt felag hevur ábyrgdarpersón, sum hevur ábyrgd at býta út startnummar til íðkarar felagsins
– Startnummar skal berast frammanfyri
– Dómarar og hjálparfólk skul møta 30-60 minuttir áðrenn kappingarnar byrja
– Høvuðsdómari í hvørjari grein hevur ábyrgd av, at alt er tilreiðar áðrenn kappingarnar byrja
– Dómarar og hjálparfólk skulu øll vera í appelsingulum “Dómarajakka”, sum skal avheintast í dómarahølinum
– Ábit til dómarar og hjálparfólk verður at fáa í dómarahølinum
– Íðkarar skulu møta hjá startdómara/greinadómara í seinasta lagi 5 minuttir áðrenn kappingin byrjar
– Heitt verður á íðkarar um at kappast í litunum hjá felagnum (um tað ber til)
– Heiðursmerkir verða, har til ber, handaði beint eftir greinin er lokin. Íðkarar/foreldur/venjarar mugu fylgja við nær handað verður
– Áskoðarar, fjepparar og foreldur skulu halda seg uttanfyri kappingarbreytina, meðan kappast verður. Hvør kappingarbreyt er bert til íðkarar og dómarar
– Øll úrslit verða hongd á úrslitatalvuna, sum hongur har hon plagar
– Allir íðkarar fáa eina fløsku at vatn frá Føroya Bjór hvønn dagin
– Stadionklokkan á Tórsbreyt fortar umleið 5-6 seks minuttir, og tað verður tikið hædd fyri tí í tíðarætlanini
– Sunnudagin verður byrjað við skrúðgongu kl. 12.30. Feløg møtast og stilla upp undir klokkuni 5 minuttir áðrenn. FÍF vónar at fólk møta fjølment til skrúðgonguna
Øllum verður ynskt eina góða kapping 🙂
Kappingarnevndin