Longu næsta leygardag verður næsta umfar av Grand Prix á breyt. Kappingin verður leygardagin kl. 14.00, og tað verður Hvirlan, sum saman við FÍF fer at skipa fyri. Og longu týskvøldið á midnátt er evstamark fyri tilmelding. Flestu tilmeldingarnar eru tó longu komnar, men venjarar, foreldur og ikki minst íðkarar sjálvir eiga at syrgja fyri, at melda til í góðari tíð. Kappingarnar leygardagin verða hesar:
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 400 m, kúla og longdarlop
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m, 800 m, kúla og longdarlop
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 80 m, 800 m, kúla og longdarlop
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjót og hæddarlop
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjót og hæddarlop
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjót og hæddarlop
- Kvinnur og menn: 200 m, 800 m, spjót og hæddarlop
- Børn 5-7 ár (f. 2006 – 08): longdarlop
Seinast sóu vit fleiri menn renna við á 1.000 metrum. Vónandi eru tað enn fleiri, menn so væl sum kvinnur, sum halda seg fram at og royna seg. Ikki bara á 800 m, men eisini í hæddarlopi, spjótkasti og á 200 metrum. Grand Prix á breyt er fyri øll!
Startlistar og tíðarætlan verða løgd út á síðuna mikukvøldið ella hóskvøldið.
Fleiri vaksin royndu seg á 1.000 metrum til Grand Prix 1 á breyt. Vónandi verður hetta ein góður vani.