Home FÍF Meldið til TF Stórkapping 2!!

Meldið til TF Stórkapping 2!!

by Hallur Holm

Fyrsta umfar av TF Stórkappingini er farið aftur um, men longu leygardagin standa tey í Bragdinum klár at taka í móti til annað umfar. Tilmeldingarfreistin er longu úti á midnátt týskvøldið, men av tí at tað verður so knapt, er tilmeldingarfreistin longd til mikukvøldið klokkan 22.00. Ansið eftir at tit melda til rættan bólk.

Triðja umfar verður 20. juni, og tilmeldingin til ta kappingina liggur eisini klár.

Kappingin leygardagin byrjar klokkan 12 á Tórsbreyt, og kappingargreinarnar verða hesar:

  • børn -7 ár: longdarlop
  • gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 400 m, kúluvarp og longdarlop
  • gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
  • gentur og dreingir 12-13 ár: 200m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
  • gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • kvinnur og menn +20: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop


Seinasta leygardag vóru tað tey yngru, sum kappaðust í hæddarlopi. Komandi leygardag verða tað allir teir eldru bólkarnir, sum hava hæddarlop á skránni. Her er tað Hervør Niclasen úr Bragdinum, sum roynir seg. Hon vann kappingina leygardagin við 137 cm og einum flottum bólkameti. (mynd: Hvirlan) 

0 comment
0

Related Articles