Væl omanfyri 100 luttakarar eru teknaðir til kappingarnar leygar- og sunnudagin, tá FM fyri ung verður hildið á Tórsbreyt. Og startirnir verða fleiri enn 450 í tali, og er tað eisini met. Longu nú lova teir gott veður til vikuskiftið, so vit vænta eina sera góða, spennandi og stuttliga kapping. Til ber at síggja tilmeldingarnar undir tilmelding her á síðuni.
Boðrenningarnar eru nú eisini lagdar til rættis:
Leygardagin verður 4×100 metrar fyri hesar bólkar:
- gentur og dreingir 10-11 ár
- gentur og dreingir 12-13 ár
- gentur og dreingir 14-19 ár
Og sunnudagin verður 4×200 mix – tvær gentur og tveir dreingir – fyri hesar bólkar:
- 8-9 ár
- 10-11 ár
- 12-13 ár
- 14-15 ár
Um feløgini ikki hava fullmannað lið til kappingarnar, ber til at fáa hjálp frá yngri íðkara í felagnum. Tað er tó bert loyvi at flyta ein aldursbólk upp, og bert loyvi at hjálpa einaferð hvønn dagin. Eitt lið kann í mesta lagi hava tveir íðkarar úr yngri aldursbólki at hjálpa.
Meldað verður til á kappingarskrivstovuni á kappingardegnum.