Móttøka fyri Guttormi Sørensen týskvøldið

Skrivað hevur

Í sambandi við at Guttorm Sørensen herfyri fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersens, fara Klaksvíkar kommuna, Treysti og Frælsur Ítróttur Føroya at skipa fyri móttøku í býráðshøllini hjá Klaksvíkar kommunu týskvøldið klokkan 19.30

Vit gleða okkum at njóta eina góða løtu saman við Guttormi og hansara nærmastu til hesa hátíðarløtu. Nú kann heiðurin hann fekk fyri góðari viku síðani, endiliga latast til rætta eigaran, nú Gutti kemur heim til Føroya í kvøld.

Tiltakið, sum varar ein tíma ella so, byrjar við sangframførslu av 17 sangarum. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur nøkur orð, og tað sama gera umboð fyri Treysti og Frælsan Ítrótt Føroya.

Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi, the og okkurt afturvið.

Vónandi møta vit fjølment til hesa løtuna, so vit saman kunnu fegnast um alt sjálvboðið arbeiði sum verður gjørt í ítróttinum og hetta kvøldið fegnast vit ikki minst um tann partin, sum Guttorm hevur lagt og framvegis leggur eftir seg.

gutti-medalju
Gutti hevur ofta latið beinini talað, og staðið ovast eftir lokið stríð. Men eisini í fyriskipan, tilrættislegging og nýhugsan stendur Gutti ovast á sigurspallinum, nú ÍSF hevur latið honum heiðursskjal Poul E. Petersens.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>