Next stop: Marghøllin í Vági – ÚTSETT FYRIBILS!!

Skrivað hevur

Leygardagin 10. og sunnudagin 11. mars verður fyri fyrstu ferð høvi at venja í nýggju Marghøllini í Vági. Allir okkara limir í feløgunum, sum eru 12 ár og eldri eru vælkomnir við á venjingarlegu í Vági.

Vit fara við Smyrli leygarmorgunin kl. 07.00 og koma norður aftur sunnukvøldið kl. 20.30

Gist verður á Hotel Bakkanum, har vit eisini fáa allar máltíðirnar. Umframt at vit hava Marghøllina tríggjar ferðir, sleppa vit eisini í Páls Høll og í fitness-rúmið har.

Tað verður Jógvan Glerfoss, sum kemur at skipa venjingarnar. Ferðaleiðari verður eisini undirritaði og onkur fitt kvinna (kanska onkur mamma bjóðar seg fram?)

 

Marghøllin
Soleiðis sá høllin út, áðrenn breytirnar vórðu lagdar á

Marghøllin upptekning
Her er breytin løgd, og teir eru farnir at mála linjurnar

Marghøllin lopgrøv
Lopgrøvin var ikki heilt liðug seinasta vikuskiftið, men vónandi verður klárt til vikuskiftið

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>