Á stjórnarfundi 2. februar avgjørdi Ítróttasamband Føroya at ganga umsóknini hjá Hvistuni um limaskap á møti.
Hvistan er eitt felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy, ið varð stovnað 29. september 2005.
Í nevndini eru Karina Magnussen, Karin Strøm, Turið Vestergaard, Bjørg Hoffgård og Randi Strøm
Frælsur Ítróttur Føroya ynskir nýggja limafelagnum hjartaliga vælkomnum.