Nógv góð avrik í FM (úrslit)

Skrivað hevur

Talan bleiv um fleiri rættiliga góð persónlig avrik í FM, sum bleiv hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið. Tvey føroysk met blivu sett hjá kvinnum, tá Rebekka Fuglø betraði sítt egna met frá 59,17 sek. til 59,15 sek. og tá Teresa F. Bláhamar betraði sítt egna føroyska met í hæddarlopi frá 154cm til 155cm. Tórur Mortensen rann sum fyrsti føroyingur undir 23 sek. á 200m, tá hann fór um málstrikuna eftir 22,72 sek. men tíverri vísti vindmátarin +2,7 og tí kann tíðin ikki góðtakast sum met.

Øll úrslitini finnast í .pdf formati niðanfyri og myndir, sum Bjørg R. Svabo hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni.

IMG_1624

FM-2017-úrslit

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>