Home FÍF Norðurlendsk ungdómsráðstevna verið í Føroyum

Norðurlendsk ungdómsráðstevna verið í Føroyum

by Hallur Holm

Mánakvøldið komu fýra sviar og fýra danir til Føroya, har teir saman við føroyingum týsdagin skuldu halda fjórðu norðurlendsku ungdómsráðstevnuna. Tað var Formaðurin í FÍF, Heri Ziska, sum saman við tveimum øðrum nevndarlimum, Guttormi Sørensen og Halli Holm, umboðaðu Føroyar.


Luttakararnir f.v. Heri Ziska, Guttorm Sørensen, Bjørn Lindén, Kirse Ellegaard, Jesper Breum Eriksen,
Nathalie Magnusson, Martin Lauesen, Daniel Bergin, Tine Runesson, Bo Rasmussen og Hallur Holm.
 

Á fundinum týsdagin var fyrst kunning frá ymsu londunum. Hallur greiddi frá um arbeiðið við talentbólkinum við frælsa ítróttinum í Føroyum yvirhøvur í søguligum baksýni. Danir greiddu frá, hvussu teir við hepni høvdu fyriskipað stafettrenningar millum heilar skúlaflokkar í 4. og 5. flokkum ymsastaðni í Jútlandi. Eisini greiddu teir frá einum tiltaki, sum teir nevna Beach Athletics, har teir summarkvøld á sandstrondum hava skipað fyri ymiskum øðrvísi kappingum við atliti til frælsan ítrótt. Síðan greiddu sviar frá um broytingar/betringar í teirra ungdómsvenjaraútbúgving, har teir m.a. geva nýggjar bøkur út og hava fleiri aldursbólkar. Greitt var eisini frá um ungdómsting, sum teir hava hildið ymsastaðni í Svøríki.

Eftir døgverða varð farið í tveir bólkar, har annar skuldi tosa um ScandiCamp og hin um eitt felags norðurlendskt ungdómsmerki. ScandiCamp er ein felags norðurlendsk ungdómsvenjingarlega, sum verður hildin beint eftir VU-spelen í Gøtuborg fyrsta vikuskifti í juli. Syrgt verður fyri felags flutningi úr Gøtuborg til Sæby í norðurjútlandi, har legan verður hildin. Tað verður meira kunning um ScandiCamp her á síðuni, tá endalig skrá og prísur eru fastløgd.  

Hini norðurlondini hava ymiskt merki, sum teir geva teirra íðkarum, tá teir náa ávísum úrslitum. Í FÍF hevur tankin onkuntíð verið havdur á lofti um eina føroyska skipan. Nú var so tankin um eitt felags norðurlendskt merki frammi, og tosað varð um hvussu ein slík skipan kundi virkað og akkurát hvørjar eginleikar mann skal heiðra. Her vístu sviar á eina enska skipan, sum var ógvuliga stór í vavi, men við nógvum góðum hugskotum. Arbeitt verður víðari við ymiskum hugskotum.

Fundarlok var kl. 19.00, og síðan var FÍF vertur fyri einum bita á Hvonn, har prátið gekk dúgliga til miðnátt. Mikudagin høvdu okkara útlendsku gestir frí og ætlaðu sær ein biltúr norðureftir. Tað er Heri Ziska, sum við mjúkari hond hevur tikið sær av fyriskipanini. Ferðalagið ferð avstað hósmorgunin.

0 comment
0

Related Articles