Home FÍF Nordurlendskur fundur – barna- og ungdómsmenning

Nordurlendskur fundur – barna- og ungdómsmenning

by Hallur Holm

Fyri at fáa tríggjar flugur í einum høggi, høvdu vit fingið fryntliga høvuðsfyriskiparan av árliga norðurlendska ungdómsráðsfundinum at leggja fundin dagarnar eftir Pallas Spelen, har vit jú vóru til staðar. Ikki bara varð fundurin lagdur mána- og týsdagin eftir, men sanniliga um ikki Daniel Bergin fekk skipað soleiðis fyri, at fundurin eisini varð hildin á sama hotelli, har vit búðu.

Við á fundinum vóru umframt Guttorm Sørensen og undirritaða úr Føroyum, eisini 5 danir, 4 svenskarar og 2 normenn. Hesi vóru fyri tað mesta limir í barna- og ungdómsráðunum hjá sersambondunum. Onkur í føstum arbeiði, tey flestu tó sjálvboðin. Tað skiltist skjótt, at flestu av hesum vóru hugskotsrík, virkisfús, full av áræði við nógvum úrslitum at vísa á.


Her er tað Martin Lauesen úr Danmark í greiðir frá (Mynd: Daniel Bergin)

Tær ymisku tjóðirnar høvdu, sum vanligt er, framløgu av teimum tiltøkum tey hava sett í verk seinastu tíðina, umframt at tey greiða frá hvussu nøkur eitt sindur eldri tiltøk eydnast. Tað er sera spennandi at frætta um hesi tiltøk, og hvussu nógv tey leggja fyri. Felags fyri hini londini er, at tey øll hava tiltøk, har fólkaskúlin eisini er ein partur. Hetta verður tó gjørt uppá nógvar ymiskar mátar, men endamálið er í øllum  førum at beina fleiri børn móti frælsa ítróttinum. Uppgávan hjá FÍF er í hesum sambandi at meta um, hvørjir møguleikar eru í Føroyum, og hvat hóskar til føroysk viðurskifti. Men nógv vóru hugskotini, og í FÍF hava vit veruligað nakað at hugsa um.

Á seinna degnum varð eisini tosað víðari um Scandi Camp. Ole Christian frá Norra og Ronja frá Danmark, sum vit kenna sum dugnaligar leiðarar frá seinasta Scandi Camp, skulu aftur standa sum høvuðsfyriskiparar av Scandi Camp 2011, sum verður í Hønefoss, ein tíma uttanfyri Oslo. Innbjóðing er løgd á facebook vangamyndina hjá Scandi Camp.

Tað hevur eisini verið arbeitt við einum felags norðurlendskum ítróttarmerki, ella dugnaskapsmerki. Meiningin er, at allir ungir íðkarar skulu hava møgleika at vinna sær eitt dugnaskapsmerki í teimum ymisku greinunum innan frælsan ítrótt, og Føroyar koma sjálvandi at vera partur av hesum. Royndin verður ikki bara baserað á úrslit, men heldur í serligan mun á tekniskar førleikar.

Hetta var 5. árið á rað, at hesin fundur varð fyriskipaður. Í januar 2010 vóru vit vertir, og næsta ár verða tað normenn, sum fara at varta. Hesir fundir eru sera gevandi og mín vón er, at hetta fer at síggjast aftur í dagliga arbeiðnum við frælsum ítrótti í Føroyum.

Eftir loknan fund leygardagin vóru allir luttakararnir bodnir til “Aktivitet”. Bert fyriskiparin, Daniel Bergin, visti frammanundan hvat hetta gekk út uppá. So tað var við stórum spenningi, at vit settu okkum í bussin á farstøðini í Malmø. Tað vísti seg at vit blivu koyrd til “Utmaningarnas Hus”, sum er eitt stað har toymisarbeiði skal roynast í ymiskum útfordringum. Har eru 40 ymisk rúm við 4 sløgum av uppgávum í kategoriunum: Klókskapur, presisión, fysikkur og lið móti liði. Vit blivu býtt í trý lið, og skuldu so royna at samla so nógv stig, sum møguligt í 2,5 tímar í teimum ymsu rúmunum. Hetta var sera áhugavert og stuttligt at royna.


Leiðarin í “Utmaningarnas Hus” greiðir frá hvussu farast skal fram. Hini eru f.v. Gutti, Ronja (D), Ole Christian (N), Lillemor (S) og Sofie (S). (Mynd: Daniel Bergin)


F.v. Martin (D), Sofie (S), Maria (D), Louise (D) og Hallur lurta væl eftir hvat væntar teimum í “Utmaningarnas Hus”. (Mynd: Daniel Bergin)

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 05.02.11 - 22:04

Gutti, sum skrivaði tað seinasta um Utmaningarnas Hus, “gloymdi” sjálvandi at nevna, at hann var á liðinum, sum bleiv nr. 2, og at liðið, sum eg var á, bleiv klárt nr. 1!! (he he)

Comments are closed.