athletics.fo hevur nú fingið nýtt myndasavn. Nýggja savnið er greiðari enn støku myndasøvnini, ið hava verið gjørd frá ymsum kappingum.
Nakrar myndir eru lagdar út, og aðrar eru á veg.
Um tit hava onkrar myndir liggjandi frá eldri kappingum, leggja vit tær fegin út.
Savnið er at finna við at trýsta á “Myndir” í yvirlitinum til vinstru ella við at trýsta her.