Home FÍF Nú byrjar Vetrarkappingin!

Nú byrjar Vetrarkappingin!

by Hallur Holm

Nú er bert ein góð vika eftir til Vetrarkappingin byrjar aftur. Leygardagin 12. november kl. 11.00 verða teir fyrstu metrarnir av Vetrarkappingini 2011/12 runnir, tí tá byrjar árliga kapprenningin Runt Agnið. Seinastu tvey árini hava á leið 70 rennarar verið við, og at døma á øllum teimum mongu, sum síggjast renna í gøtunum, vera nógv við aftur í ár. Oktober mánaður er frímánaður hjá FÍF, og tískil er nú eitt sindur síðani, at kapping ella annað tiltak hevur verið. So nú eru ivaleyst fleiri, sum eru um at spreingjast eftir einari góðari renning og aftur vitja tað góða sosiala umhvørvið, sum fylgir við Vetrarkappingini.

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -1995) – 10,3 km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1957-66) – 10,3 km
Menn Superveteranar (f. -1956) – 10,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1991-95) – 10,3 km
Gentur og dreingir (f. 1996-00) – 5 km

Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar yviri á Mýrunum tætt við vegin oman til Toftavatn og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 11. november kl. 21.00. Til ber eisini at melda til við Tofta Skúla áðrenn startin.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri fýra teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.


Nógv fólk hevur møtt til “Runt Agnið” seinnu árini. Hendan myndin er tikin beint undan startinum í fjør.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur Bláhamar 04.11.11 - 14:22

Vit gleða okkum:-)

Comments are closed.