Home FÍF Nú er bingjan tóm

Nú er bingjan tóm

by Hallur Holm

Í 2008 tóku B68 og Tofta Leikvøllir ta støðu, at beina burtur alla útgerð til frælsan ítrótt, sum hoyrdi til breytina á Svangaskarði. Áðrenn alt bleiv tveitt burtur, ringdu teir til FÍF, og spurdu, um FÍF møguliga hevði áhuga at goyma útgerðina. Møguleiki var at leiga eina bingju frá Faroe Ship, sum kundi standa við havnalagið á Toftum. Nevndin í FÍF helt tað verða  skeivt at burturbeina útgerðina, og tóku við tilboðnum um at goyma hana í leigaðari bingju á Toftum.

Nú fýra ár eru liðin, hevur eingin enn verið bingjuni, uttan ta ferðina, vit tóku úrslitatalvur og fløgg úr henni. Nakrar forðingar fóru eisini norð til Klaksvíkar ta ferðina. Men mánaðargjaldið er fallið so trúliga, og at enda hevur nevndin viðurkent, at hetta eru burturspiltir pengar, og verður leigan tí uppsøgd, og útgerðin burturbeind.

“Tykir mær so harmiligt, at fara so um fæ” yrkir Mikkjal á Ryggi í Brestikvæðnum. Hesi orðini runnu mær til hugs, tá vit mikukvøldið ruddaðu bingjuna, og gjørdu klárt hjá lastbilinum at koma eftir øllum. “Tykir mær so harmiligt at fara so um góðs”… tí góðs var hetta, og ávíst virði í tí eisini.

Til tey áhugaðu kann eg upplýsa, at Mikkjal yrkir um tað sermerkta seyðaslagið, sum skal hava verið í Lítlu Dímun. Svart sum kolamógvur og vargur var hetta av sonnum, og søgnin sigur, at hvalbingar sóu onga frægari loysn enn at avtaka allan stovnin og seta nýggjan seyð við.

“Kvikt og vilt sum villur fuglur
vártreyst út av lagi,
so er sagt at hvalbingar
teir tóku av alt slagið”

Og tá er tað at Mikkjal kemur við einum moralskum fremstafingri:

Tykir mær tað harmiligt,
at fara so um fæ
fyrnsta seyð í Føroyum var
meg listi enn at sæð”

Niels Jákup, Gutti, Einar, Rebekka og Hallur vóru hvalbingarnir, sum beindu burtur fyrstu veruligu útgerðina til frælsan ítrótt í Føroyum. Men tá toftamenn ikki vilja vita av hesum uppi við breytina, so býður ikki bøtur. Tó var nógv illa farið av tíðarinnar tonn. Okkurt rustað spjót, hæddarlopsmátta við fleiri rottureiðrum og so 10.. tíggju! yvirleggjarar til hæddarlop, teir flestu óútpakkaðir.

Men hetta er alt nú bert søga. Friður veri við bingjuni á Toftum.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Regin 24.06.12 - 09:26

suk!

Daniel Djurhuus Rein 25.06.12 - 15:01

Til havnar við tíð! 😀

Comments are closed.