Home FÍF Nú nærkast rennibreytin í Klaksvík

Nú nærkast rennibreytin í Klaksvík

by Hallur Holm

Leygardagin byrjaði heilsurenningin í Klaksvík, sum Treysti nú í nøkur ár hevur staðið fyri. Talan er ikki um kapping, men um við góðum treysti at møta upp 17 leygardagar í summar/heyst og renna teir 5 kilometrarnar. Fyrsta renningin var sum sagt leygardagin, og í hesum sambandi var varaborgarstjórin, Jógvan Skorðheim, komin at seta heilsurenningina 2011.

Í røðu sínari kom Jógvan inn á status viðvíkjandi nýggjari rennibreyt í Klaksvík. Áhugin fyri frælsum ítrótti er øktur ár um ár í Klaksvík, og kravið um at fáa eina breyt at íðka á, er vorðið størri og størri. Jógvan Skorðheim staðfesti, at tað nú eisini í býráðnum er politiskur vilji, til at byggja eina rennibreyt í býnum. Tað eru ikki so øgiliga nógv øki í Klaksvíkini, sum eru egnað til eina rennibreyt, men á sjálvum stadionøkinum finst tó tað mest upplagda økið. Hetta er økið millum Tekniska Skúla, Svimjihøllina og Dr. Margretu barnagarðin. Býráðið hevur sett ein stadionbólk, sum nú hevur staðfest, at økið fyrst og fremst skal nýtast til rennibreyt!


Framtíðin hjá Treysti: Nú røkist fyri, at hesi fittu børnini fáa eina breyt at íðka sín ítrótt á.

Rómurin á Treystalimunum var óførur, tá hesi tíðindi vórðu borin. Og tað er væl skiljandi. Tí Norðoyingar hava nógvan sera dugnaligan ungdóm, sum skríggjar eftir einari breyt at venja á. Og lítið man vera at ivast í, at hetta eisini er eitt stórt frambrot fyri frælsan ítrótt í Føroyum sum heild.

Ein rennibreyt kemur ikki bara Treysti væl við. Eisini hini ítróttarfeløgini í Klaksvík – ikki minst KÍ –  fáa stórt gagn av henni, eins og hvør einstakur borgari eisini sjálvur kann gagnnýta hana. 

Her er slóð til youtube-klipp, sum Jonhard Larsen hevur tikið upp: http://www.youtube.com/watch?v=OG6zHGcPdmQ&feature=share

0 comment
0

Related Articles