Home FÍF Nú verður bingjan tømd!

Nú verður bingjan tømd!

by Hallur Holm

Tá ið reiðskapshúsið við rennibreytina á Svangaskarði skuldi brúkast til annað endamál enn at hýsa reiðskapinum sum hoyrdi til breytina, var ætlanin hjá teimum sum varaðu av Tofta Leikvøllum at burturbeina allan reiðskapin. Teir settu seg tó fyrst í samband við FÍF, sum ikki metti tað vera skilagott at koyra alt burtur. Tí varð ein bingja leigað frá SL, og sett á Havnalagið á Toftum við øllum reiðskapinum í.

Nakað av reiðskapinum er komin til Havnar og nakað er farið norður til Klaksvíkar. Men í FÍF duga vit ikki at síggja nyttuvirðið at leiga bingju til reiðskap, sum eingin brúkar, og er tí ætlanin at koyra alt burtur. Hetta verður gjørt seinni í november. Hetta verður skrivað, um onkur møguliga hevur tørv á onkrum sum er í bingjuni. Har eru nógvar hekkur og so eru eisini stangarlopsmáttan, sum tó er í fleiri pørtum, og hæddarlopsmáttan. Hesar eru tó ikki í allarbesta standi.

Øll, tað veri seg feløg, skúlar ella onnur, kunnu seta seg í samband við undirritaða, um áhugi er at fara á jakt í bingjuni. Men hetta skal gerast heilt skjótt, tí sum sagt verður alt burturbeint seinast í hesum mánaðinum.

Hallur – tlf 228 338

0 comment
0

Related Articles