Home FÍF Nýggj andlit í talentbólkinum.

Nýggj andlit í talentbólkinum.

by Hallur Holm

Torsbreyt og Hallur
Frá venjingini leygarmorgunin. Gjørt verður klárt til tekniska venjing.

Seinastu tvey árini hevur eingin tilgongd verið til talentbólkin. Og tá Jóan Karl Joensen, Jan Elmar Sørensen og Bjørk Herup Olsen nú øll eru vaksin úr talentbólkinum, og Rannvá Djurholm ikki satsar so nógv upp á renning meira,  er tað tí sera kærkomið, at vit nú hava fingið nýggjar kreftir aftur. Krøvini at sleppa í talentbólkin eru sera strong, og mangan er ikki nóg mikið við talenti einans. Okkara nýggju fólk eru sera talentfull, men tað er eisini við hørðum arbeiði úti í feløgunum, at málið um pláss í talentbólkinum er rokkið.

Tað er Bragdið, sum eigur og hevur ment og vant allar teir nýggju limirnar í talentbólkinum. Dánjal Jákup Niclasen (1995) hevur sína stóru styrki í longru spurtunum. Serliga á 200 m hevur Dánjal Jákup góð úrslit at vísa á. Elsa Berg (1996) er eisini skjót í spurtunum, men megnar eisini miðalteinar til fulnar. T.d. hevur hon runnið betri tíðir enn Bjørk á 600 m í gentur 13 ár. So hetta skuldi í øllum førum boðað frá góðum! Síðani er tað Fríði Hammer (1996) sum allarmest er spurtari. Hóast hann hevur runnið onkrar góðar 800 m, er hansara styrki á teimum heilt stuttu teinunum frá 60 – 200 m. Hans Jacobsen er eisini spurtari við stórum kampvilja, og væntast kann, at hann helst fer at gera seg galdandi á longri spurtunum. 

Tey fyrstu trý hava øll klárað nettokrøvini hjá FÍF, og eru tí við í hópinum, sum fer til Íslands í januar til árligu Stórmót IR kappingina. Tey, ið hava klárað bruttokrøvini, venja við talentbólkinum, og hava várið og fyrra part av sumrinum at kvalifisera seg til Vårlds Ungdomsspelen, sum verður í Gøteborg fyrsta vikuskiftið í juli.

Afturat hesum eru miðteinarennararnir Regin Joensen, Rúni Seloy og Rebekka Fuglø. Rúni og Rebekka hava hoyrt til ungdómslandsliðið síðani 2004, tá tey vóru ávikavist 10 og 11 ára gomul. Tey hava, hóast teirra unga aldur,  longu einar oyggjaleikir á baki. Regin, sum eisini verður við til Stórmót IR, hevur verið í talentbólinum í góð tvey ár. Rúni og Rebekka fara saman við Bjørk Herup Olsen til Reykjavík International, sum verður eina viku fyrr enn Stórmót IR.

Fríggja- og leygardagin 6. og 7. november varð talentbólkurin savnaður fyrstu ferð í hesum nýggja kappingarárinum. Hesaferð høvdu vit valt at búgva á vallaraheiminum Kerjalon við Oyggjarvegin. Vit møttust kl. 19.00, og kl. uml. 20 byrjaði fyrsta venjingin, sum var løtt renning í 30 min. 

Leygarmorgunin var morgunmatur á skránni longu kl. 7.00, tí fyrra venjingin henda dagin skuldi verða kl. 9.00. Hetta var teknisk venjing, sum fór fram á Tórsbreyt. Vit royndu at læra týdningin at hava góðan stíl, og at merkja hvat ymisk lýti gera móti okkum. T.d. um runnið verður við ov longum ella ov stuttum fetum. Við at brúka armarnar ov nógv ella ov lítið o.s.fr. Eisini skuldu vit eygleiða hvønn annan, og síðan herma eftir rennistílinum hjá hvørjum øðrum. At enda runnu vit 8 ferðir 150 m, har denturin varð lagdur á at renna so stílfult sum gjørligt.

Seinna venjingin leygardagin fór fram í Viðarlundini. Her høvdu vit fyrst styrkirenning uppá ymikar mátar í einari brattari brekku. Hetta m.a.  fyri at vísa á hvussu mann kann venja ta styrki, sum krevst til stílfulla renning. Aftaná runnu vit 5 ferðir niðan allar trappurnar til standmyndina, og joggaðu heilt róliga runt aftur. Her varð lagt nógv fyri, og tað var øgiligt tiv at hoyra í viðarlundini hendan seinnapartin. Super innsatsur!!

Hendan fyrsta venjingarlegan endaði við, at øll vóru boðin heim í føðingardag hjá Dánjal Jákupi, sum fylti 14 dagin fyri. Her fingu vit eina harðliga tiltrongda kjøtgrýtu við ovmikið spagetti frá Lovisu og Hera. Vit siga so mangar ferðir manga takk!

Næsta venjingarlega verður 11. – 13. desember. Tað er ikki endaliga avgjørt enn, men væntandi verður hendan legan í Mikladali.

Rigmor og ein ungur Tumas Napoleon
Tríggir teir fremstu mennirnir: fv. Cecil, Gutti og Sølvi
Starturin millum Fjarða
3 comments
0

Related Articles

3 comments

Sølvi 23.11.09 - 15:32

Sera spennandi lesnaður. Góða eydnu!

Jóan Karl 23.11.09 - 18:40

Ja, ein sera góð grein. Tillukku og góða eydnu til tykkum í talentbólkinum.

Símun 24.11.09 - 19:48

Hugaligur lesnaður og gott at síggja at Jóan Karl fylgir við hóast staddur norðuri í myrkrinum í Tromsø – men har er gott at vera !!

Comments are closed.