Home FÍF Ólavsøkurenningin 2011

Ólavsøkurenningin 2011

by Hallur Holm

Soljóðandi tíðindaskriv hava vit fingið frá Bragdinum:

Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2011

Mikudagin  27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Meldi til á www.renn.fo, í seinasta lagi týskvøldið 26.juli kl.22:00.

Spenningurin er eisini stórur, tí hetta er samstundisum FM í Grand Prix  kapping , og verður kappingin, sum er finala hjá teimum vaksnu avgjørd á Ólavsøku.

Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.

Øll tey vaksnu byrja í senn, og verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1995 ella fyrr, Vaksin fødd 1956-1965(veteranar), og vaksin fødd 1955 ella fyrr (superveteranar)  Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini, og er hetta finalan.

Børnini byrja at renna kl. 18.30 tá gentur og dreingir –7 ár (f. 2004 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna gentur og dreingir –10 ár (f. 2001-2003) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur –13 ár (f. 1998-2000) og dreingir og gentur –17 ár (f. 1994-1997).

Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.

Skrá:

17.00 Heintan av startnummari á Skálatrøð (Lützens Timburhandil)
18.00 Vaksin (fødd í 1995 ella fyrr) renna 5 km
18.30 Børn – kappast í hesi raðfylgju:
– Børn –7 ár (f. 2004 ella seinni)     renna 600m
– Børn –10 ár (f. 2001-2003) renna 600m
– Børn –13 ár (f. 1998-2000) renna 1.200m
– Børn –17 ár (f. 1994-1997) renna 1.200m
19.00 Heiðursmerkjahandan


Munnu hesi bæði fara at vinna aftur í ár?

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Flóvin Eidesgaard 24.07.11 - 21:35

Har eru mótstrídandi upplysingar um aldursbólkarnar hjá børnum. Teksturin og yvirlitid siga hvør sítt.

Comments are closed.