Home FÍF Øll úrslitini frá FM 2014

Øll úrslitini frá FM 2014

by Guttorm Sørensen

Hóast veðurgudarnir vóru við okkum báðar dagarnar, tá FM 2014 varð hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið, so blíva landnyrðingurin, landnyrðingurin eystan og eystan við at arga okkara spurtsterka ungdóm. So gott sum til hvørja einastu rennikapping hava spurtararnir fingið mótvind sum argasta fígginda, og so varð aftur hetta vikuskiftið. Og tískil fingu vit sjálvandi ikki tær góðu tíðirnar, sum vit vita, at okkara bestu íðkarar megna.

Sum so mangan gjørdust boðrenningarnar tær kappingarnar, sum fingu áskoðaranar heilt upp úr stólinum. Hóast bert eitt lið var hjá kvinnum, varð lagt upp til eina metroynd, sum næstan ikki kundi kiksa. Fýra av okkara allarsterkastu 400 metra rennarum høvdu sett liðið, sum skuldi gera enda á føroyska metinum, sum bleiv sett á Svangaskarði í 1992. Tað er avgjørt ikki tí, at hetta er eitt ótakandi met, at tað hevur sloppið at standa so leingi. Meira tí at hendan kappingin so sjáldan hevur verið fyriskipað. Blandaða liðið hjá Bragdinum og Treysti betraðu eisini munandi um metið. Gamla metið var 5.07,8 min. og nýggja metið er 4.15.37. Sostatt megnaðu tær at taka meira enn 50 sekund av metinum!


Standandi: Katarina Høj og Margit W. Fríðmundsdóttir. Sitandi: Karin Holm Simonsen og Rebekka Fuglø. Stuttligt hevði verið við einum føroyskum 4×400 liði á oyggjaleikunum.

4×400 hjá monnum bleiv sera spennandi. Hvirlan, Bragdið og Roysnið/Treysti vóru tey trý liðini, ið dystast skuldu. Kappingin kom at standa millum teir reyðu og teir bláu. Leingi sá út til at Hvirlan fór at vinna, men á seinasta túri fekk Rúni Seloy sett tingini uppá pláss fyri Bragdið.


Aftast: Hanus Bergsson, Tórur Mortensen, Rúni Seloy, Steingrímur Hallsson, Einar Gregersen og Rúni Skarðhamar.
Fremst: Øssur Debes Eiriksfoss, Trygvi Laksafoss, Rógvi Johansen, Regin Thomsen og Marnar Djurhuus.


Hans Hjørleivur Magnussen er nýggjur føroyameistari í kúluvarpi. Hann forbetraði seg nógv og vann við 10,58 m. Á øðrum plássi var Steinolvur Geyti (v.m.) og á triðja plássi var Kristian Martin Garðalíð (h.m.)

 


Tveir fantastiskir miðteinarar! Katarina og Rebekka hava runnið manga harða kapping. Rebekka Fuglø vann seks gullmerki á FM. 200 m, 400 m, 800 m, 1.500 m, 4×100 m og 4×400 m. Katarina mátti taka til takkar við silvur á 800 og 1.500, men bleiv føroyameistari í hæddarlopi!


Rúni Seloy rindar møðina eftir at hava runnið lið sítt til sigurs. 6 kappingar og 6 gullmerki gjørdist úrtøkan til FM, har hann vann 400 m, 800 m, 1.500 m, 400 m rimarenning, 4×100 m og 4×400 m.

 


Marnar Djurhuus vann gull í 3.o00 forðarenning og á 5.000 metrum.


Multiatleturin Marita! Nú hevur hon veruliga fingið spjótið at flúgva! Men eisini gull í klingrukasti, kúluvarpi og trístøkk! 


Tummas Napoleon Arge vann sítt fyrsta FM. Og hevur hann ikki runnið í undanvindi í ár. Regin Joensen endaði tveir metrar aftanfyri.


Spjótkastararnir vístu góðan form. Hanus Bergsson føroyameistari, meðan Steingrímur Hallsson t.v. og Tróndur Arge t.h. báðir settu góð persónlig met.

 

Úrslit FM 2014

 

0 comment
0

Related Articles