So er eitt sera væleyndnað FM Ung 2014 avgreitt á Tórsbreyt. At frælsur ítróttur í Føroyum stendur í blóma, fingu vit enn eitt gott dømi um til FM Ung, tí sjálvdan áður hava úrslitini verið so góð sum hesuferð. Nógvar góðar og spennandi kappingar blivu avgreiddar. Føroyskt met og fleiri bólkamet blivu sett, og so eisini ein røð av persónligum metum.
Nærri frágreiðing kemur á heimasíðuna seinni.
Øll úrslitini í aldursflokka røð, við yngstu bólkunum fyrst, eru at finna í .pdf niðanfyri. Í myndasavninum hjá Hvirluni eru myndir frá kappingunum.
FÍF vil hervið takka øllum fyri eitt gott FM Ung 2014. Takk til íðkarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk og øll onnur sum hjálptu til.