Tað tykist so stutt síðani oyggjaleikirnir á Bermuda vórðu hildnir. Men tíðin gongur við risafetum, og menn og kvinnur eru av álvara farin at fyrireika seg til oyggjaleikirnar á Jersey í 2015. Kappingarárið innandura stendur fyri framman, og fleiri eru tey, ið ætla at knógva onkrum oyl-kravið beinanvegin. Næsta vikuskifti verður Stórmót IR í Reykjavík. Tá fara umboð fyri bæði Hvirluna, Bragdið og Treysti at luttaka. Síðani verður tað DM og DM-U innandura, har fleiri royndir ivaleyst verða at klára okkurt kravið.
Aloftast eru krøvini hjá flestum luttakarum klárað árið frammanunda leikunum. Og einki løgið í tí. Seinasta freist at klára okkurt av krøvunum er 1. mei 2015, og tá er kappingarárið uttandura nóg illa komið í gongd. So tað er serliga summarið 2014, sum fer at geva størstu ábendingina um, hvussu stórur hópurin verður í 2015.
Nøkur av krøvunum eru broytt í mun til fyri tveimum árum síðani. Bæði hendan vegin og hin vegin. Úttøkubólkurin er gingin burtur frá at halda seg neyvt til 750 IAAF-stig, og ístaðin hyggja eftir hvussu støðið er á oyggjaleikunum, og eisini hvussu toppstøðið er í Føroyum. Harafturat hevur bólkurin ynskt at brúka meira rund tøl.
Hetta eru so bert tey hørðu krøvini til sjálvt úrslitið. Hendan talvan verður løgd undir krøv á bjálkanum á forsíðuni, og har kemur eisini at standa, hvørji onnur atlit verða tikin, fyri at verða úttikin.
Krøvini til Elitubólkin og til Talentbólkin eru eisini á trappuni, og verða kunngjørd innan vikuskiftið.
Menn | Grein | Kvinnur |
11.40 | 100m | 13.50 |
23.30 | 200m | 27.30 |
52.00 | 400m | 61.00 |
2.00.00 | 800m | 2.20.00 |
4.08.00 | 1500m | 4.55.00 |
10.10.00 | 3000 M forðarenning | 12.30.00 |
16.00.00 | 5000m | 18.45.00 |
33.20.00 | 10000m | 39.00.00 |
1.15.00 | Hálvt maraton | 1.27.00 |
16.50 | 110/100 m rimarenning | 17.50 |
60.00 | 400 m rimarenning | 70.00 |
6.30 | Longdarlop | 4.80 |
13.30 | Trístøkk | 10.00 |
1.85 | Hæddarlop | 1.55 |
4.00 | Stangarlop | 3.20 |
13.00 | Kúluvarp | 10.50 |
55.00 | Spjótkast | 35.00 |
42.00 | Klingrukast | 35.00 |
45.00 | Sleggjuvarp | 39.00 |
Oyggjaleikalandsliðið í 2013. Hesi verða væntandi øll við aftur í 2015. Harumframt standa fleiri og banka uppá, so hópurin verður ivaleyst stórur næstu ferð – helst tann størsti nakrantíð.
1 comment
Ja, hetta verður spennandi, og eri samdur við greinaskrivaranum í at fleiri standa og banka uppá:)
Til dømis rann Katarina Høj væl undir OYL kravi í Svøríki í fjør á 800m, og allarhelst eru onnur við eisini.
Koyri á øll somul.
Comments are closed.