Pláss til fleiri børn og ung í Vetrarkappingini

Skrivað hevur

Tað vóru ikki so nógv børn og unglingar við í ársins Betri Vetrarkapping og tað er heilt víst pláss til nógv fleiri. Men tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tey ið kappaðust í vetur, hava verið óvanliga røsk, og fleiri teirra hava eisini ment seg almikið hesar mánaðirnar kappingin hevur varað.

Av dreingjunum hevur Hans Erland Thomsen úr Bragdinum verið hin stinnasti, og hevur vunnið fimm av teimum seks kappingunum hann var við til. Sostatt gjørdist hann samlaður vinnari við 253 stigum. Ingi Johannesen úr Roysninum vann síni fyrstu tvey umfør av Vetrarkappingini og gjørdist samanlagt nummar tvey við 247 stigum. Rúni Samson Vang, sum enn ikki er fyltur 12 ár, gjørdist nummar trý. Hann hevur ment seg sera nógv, og í seinastu kappingini megnaði hann at renna fimm kilometrar uppá 20.19 min. Eisini Niels Eirikson úr Bragdinum hevur runnið betur og betur fyri hvørja kapping. Hann fekk samlað fjórðapláss.

Dreingir 5 km
1. Hans Erland Thomsen, Bragdið 19.51 min
2. Rúni Samson Vang, Bragdið 20.19 min
3. Ingi Johannesen, Roysnið 20.28 min
4. Niels Eiriksson, Bragdið 21.36 min

Betri 2018 dreingir
Lágir men knáir. F.v.: Rúni Samson Vang, Hans Erland Thomsen og Ingi Johannesen

Hjá gentunum hava Anna Katrina Mikkelsen úr Roysninum og Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti havt ein harðan tvídyst allan veturin. Tær vunnu hvør sína kapping, men hetta tá Maria Biskopstø ikki var við. Maria vann nevnliga allar sínar fimm kappingar og harvið samlaða sigurin. Anna Katrina tók annað pláss bert tvey stig framman fyri Vibeku.

Gentur 5 km
1. Maria Biskopstø, Treysti 21.17 min
2. Vibeka Sivertsen, Treysti 21.37 min
3. Anna Maria Mikkelsen, Roysnið 22.21 min

Betri 2018 gentur steyp
Mitt fyri við vinnarasteypinum er roynda Maria Biskopstø. H.m. Anna Katrina Mikkelsen og v.m. Vibeka Sivertsen.

Bert tveir unglingar komu heilskapaðir gjøgnum Betri Vetrarkappingina. Ein kvinnuunglingur og ein mansunglingur. Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni hevur í vetur runnið seg heilt fram í fremstu røð. So umframt at vinna mansunglingabólkin, megnaði hann eisini at renna seg heilt fram á samlaða annað pláss í opna bólkinum hjá monnum.

Oddvør Josephsen úr Treysti var bert við fýra umfør. Hetta var ivaleyst til at vinna kvinnuunglingarnar, men eitt umfar restaði í til at hon veruliga kundi bjóða av í opna bólkinum hjá kvinnum, har hon endaði á níggjunda plássi. Tvey annaðpláss og eitt triðjapláss fekk hon við á leiðini, og hetta má sigast at vera stak gott, nú hon fyrsta veturin hevði aldur at renna við teimum vaksnu.

Betri 2018 unglingar steyp
Tveir miðteinarennarar, sum standa seg væl í langteinarenning gjøgnum veturin. Oddvør Josepsen og Dánjal Dahl Ljósheim vunnu unglingabólkarnar, og stóðu seg sera væl millum tey vaksnu.

Les eisini: Eirikur Hansen tók alt

Les eisini: Nólsoyarkvinna vinnur Vetrarkappingina!

Myndir sum Jóannes Poulsen hevur tikið síggjast her

Endaligu støðurnar hjá teimum yngru:

Vetrarkapping 2018 børn & ung

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>