Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og samlaðu BETRI Vetrarkappingina

Skrivað hevur

Farna leygarmorgun bleiv 8. og seinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hilidð í Runavík. Kappingin var samstundis FM í 10 km. Út frá veðurforsøgnunum gjøgnum vikuna frammanundan, so kundi væntaast alt møguligt, men tá avtornaði varð veðrið bara heilt hampuligt. Eitt køli høgættarlot, sum gjørdi at rennararnir fingu mótvind tá teir runnu inneftir kei’ini og undanvind, tá runnið bleiv úteftir móti málinum. Góðir 50 rennarar luttóku.

Rebekka Fuglø hevði luttikið í fýra umførum frammanundan og mátti gjøgnumføra kappingina leygardagin, um hon vildi vinna samlaðu kappingina. Hon hevði verið sjúk uppundir kappingina, men hon lat tó ongan iva verða um hvør ræður í føroyskari kvinnurenning í løtuni. Hon vann tryggan sigur við 40.25 min. Hon bleiv sostatt føroyameistari og samlaður vinnari í vetrarkappingini hjá kvinnum við 5 sigrum í 5 kappingum. Á øðrum- og triðjaplássi komu ávikavist Marita Andrasardóttir við 41.08 min. og Hergerð Heldarskarð við 43.57 min. Hetta bleiv eisini endaliga raðfylgjan í vetrarkappingini hjá kvinnum.

Einar Gregersen hevði longu tryggja sær samlaða sigurin í vetrarkappingini undan renningini leygardagin og tí bleiv hansara mál fyri dagin og tryggja sær FM-heitið í 10 km. Veðrið gjørdi sítt til at talan bleiv um eina ógvuliga taktiska renning. Útleggið var spakuligt og blivu tað Einar, Ragnar Rasmussen, Hanus í Horni Nielsen, Sam Vang og Henry Olsen, sum eftir næsta umfar høvdu lagt seg á odda. Sam gjørdi eina roynd miðskeiðis í kappingini, at slita seg leysan, men hinir fingu hann allir skjótt aftur undantikið Ragnar, sum misti takið í oddinum. Tá teir fóru undir seinasta kilometur løgu teir fýra púra javnir. Tá tað restaðu nakrir hundrað metrar bleiv tað, eins og á Fossánesi, til eina spurtuppgerð ímillum Einar og Hanus. Aftur hesuferð var tað Einar sum vann og bleiv hann sostatt bæði føroyameistari og vinnari av vetrarkappingini.

Tíðirnar hjá teimum blivu 37.20 min. og 37.21 min. Sam bleiv nummar trý við 37.36 min. og Henry nummar fýra við 37.42 min. Ragnar misti nakað og kom á mál við 38.57 min.

Í samlaðu vetrarkappingini  vóru tað Einar, Ragnar og Sam á teimum fremstu plássunum.

Í liðkappingini hjá monnum var spenningur til síðstu løtu. Treysti (Einar, Heini og Steffan) lá á odda (756 stig) undan seinasta umfari, men Steffan fekk ikki runnið vegna skaða. Hvirlan lá nummar tvey (740), men Dánjal fekk heldur ikki runnið vgna skaða, Bragdið 1 nummar trý (732) og Roysnið nummar fýra (702). Onki av liðunum endaði á sama plássi. Tá avtornaði var tað Bragdið 1 (Sam Vang, Niels Poulsen og Rói H. Olsen), sum vann við 853 stigum, Treysti (Einar Gregersen, Heini Gregersen og Borgar Biskopstø) nummar tvey við 844, Roysnið (Lau Jensen, Ingi Johannesen og Egil Olsen) nummar trý við 819 og Hvirlan (Ragnar Rasmussen, Dánjal D. Ljósheim og Páll H. Vesturbú) nummar fýra við 813 stigum. Í liðkappingini hjá kvinnum vóru lið hjá Bragdið á teimum fimm fyrstu plássunum. Bragdið 1 var mannað við Hergerð Heldarskarð, Ann-Mari av Skarði og Jónrit Dalsgarð.

Siðbundu páskareggini blivu eini handaði til tey, sum hava luttikið í øll umførunum og hendan veturin vóru tað 25 rennarar, sum ognaðu sær eitt væluppiborið páskaregg.


Rebekka Fuglø og Einar Gregersen blivu føroyameistarar í 10 km og vinnarar av samlaðu Betri Vetrarkappingini 2018/19

Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit Várkappingin 2019/Betri VK-8/FM 10 km

og myndir eru at finna her: Várkappingin 2019

Kringvarpi Føroya vísti hetta innslagið í Ítróttarsendingini:  3-2 mánakvøldið 25. mars 2019:

FÍF ynskir øllum hjartaliga tillukku og takkar øllum fyri luttøkuna í BETRI Vetrarkappingini 2018/19.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*