Rebekka og ungu kastarakvinnurnar fingu stuðul úr Úrval

Skrivað hevur


Í dag varð úrvalsstuðulin til ítróttafólk latin á einum serligum hátíðarhaldi í ÍSF-húsinum í Gundadali.

Tilsamans 1,8 milliónir krónur vórðu latnar hesaferð, og tað vóru eisini nógvar umsóknir um at fáa lut í útlutingini. 35 umsóknir um tilsamans 4,1 milliónir komu inn. 15 vórðu gingnar á møti.

Útlutingin er skipað í tríggjar bólkar. Fyrsti bólkur er til ítróttafólk, sum gera seg galdandi millum tey bestu í heiminum. Ongin fekk sambært hesum í ár.

Men 13 umsóknir vórðu gingnar á møti sambært treytunum í bólki 2, sum verður givin íðkarum, sum eru millum tey bestu í Norðurlondum:

Flogbóltur: U17 gentur og U17 dreingir
Fimleikur: Rani A. Dalsgarð og mansliðið í amboðsfimleiki
Frælsur ítróttur: Rebekka Fuglø
Hondbóltur: U18 dreingir
Parasport: Hávardur Vatnhamar
Svimjing: Signhild Joensen, Vár E. Eidesgaard, Rókur Tummasarson og Róland Toftum
Súkkling: Torkil Veyhe
Taekwondo: Høgni Kunoy Dávason

Harafturat vóru tvær umsóknir úr bólki 3 gingnar á møti. Bólkur trý er serliga gávurík ítróttafólk. Tey, sum fingu stuðul sambært hesum fortreytum var eitt lið av serliga evnaríkum svimjarum, og eitt gentulið undir frælsari ítrótt, sum arbeiði við ymsum kastigreinum.

Frælsi ítrótturin
Rebekka Fuglø hevur staðfest seg sum ein tann besta miðteinarennaran í kongaríkinum og hevur seinnu árini vunnið heiðursmerkir í DM innandura, DM uttandura, Oyggjaleikunum og kappingum í Svøríki og Íslandi og varð í 2019 úttikin til danska landsliðið til Nordic Indoor Match í Oslo.

Rebekka fekk tillutað 80.000 kr. frá Úrval. Stuðulin frá Úrval fer ætlandi til venjingarlegur og luttøku í kappingum uttanlands.

Høvuðsmálini hjá Rebekku í 2020 eru:
• At renna undir 2.08 minuttir á 800 metrum
• At renna undir 4.11 minuttir á 1.500m
• At klára kravtíðina á 1500m til EM í París. (Donsk kravtíð: 4.11 min)

Ungu kastarakvinnurnar Guðrið Káradóttir Petersen (hamarkast), Lydia Poula Simonsen (kúlustoyt), Sunniva Bogadóttir (spjótkast), Helena Svabo Ziska (diskuskast), Elin Niclasen (spjótkast), Kristianna Skarpheðinsdóttir (spjótkast) og Børka Berg Jørgensen (spjótkast) fingu enn einaferð stuðul frá Úrval.

Kastarakvinnurnar hava tikið seg nógv fram seinastu árini, og arbeitt verður miðvíst við einari langtíðarmenning av teimum. Í 2019 kláraðu 4 teirra úttøkukrøvini til Oyggjaleikirnar á Gibraltar, har ein teirra vann bronsumerki. Ein fekk eisini innkalling til danska U20 landsliðið. Harumframt tóku kastarakvinnurnar føroysk met og bólkamet.

Ungu kastarakvinnurnar fingu tillutað 50.000 kr. frá Úrval, og verður peningurin væntandi nýttur til venjingarlegu uttanlands næsta vetur.

Tekstur: Ingi Samuelsen/portal.fo (partvís)
Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo

Comments are closed.