Home FÍF Regin Thomsen í nevndina hjá FÍF – dagført

Regin Thomsen í nevndina hjá FÍF – dagført

by Hallur Holm

Hóskvøldið var ársaðalfundurin hjá FÍF hildin í ÍSF-húsunum í Gundadali. Aftur í ár var uppmøtingin góð. Tað kunnu sambært lógunum í mesta lagi møta 23 fólk á fundi. Hóskvøldið vóru vit 16 og umboðaðu hesi fimm av okkara seks feløgum.

Niels Jákup Jakobsen var sum so ofta fyrr valdur til orðstýrara. Síðan var formansfrágreiðing, sum kann lesast niðast á hesi síðuni. Guttorm Sørensen, kassameistari legði síðani grannskoðaðan roknskap fram, og so varð komið til nevndarval. Næstformaðurin, Niels Jákup Jakobsen, varð afturvaldur uttan mótvalevni. Síðan var tað val av nevndarlimum, har Rigmor N. Arge stóð fyri vali, eins og nýggjur nevndarlimur skuldi finnast fyri Jonhard Larsen, sum ikki stillaði upp aftur. Regin Thomsen hevur verið eykalimur hetta seinasta árið, og fleiri ferðir hava verið boð eftir honum. Hann hevur givið nevndini nógv, so tað lá beint til høgrabeinið at fáa hann valdan í nevndina. Rigmor og Regin blivu bæði vald uttan mótvalevni.

Vit í FÍF takka Jonhardi Larsen fyri hansara seks ár í nevndini!

FÍF aðalfundur 2015
N
ývalda nevndin: F.v.: Rigmor N. Arge, Niels Jákup Jakobsen, Hallur Holm, Regin Thomsen og Guttorm Sørensen

Kappingarnevnd varð eisini vald. Verandi nevnd við Tummas Nap. Arge, Regin Thomsen, Guttormi Sørensen og Halli Holm heldur fram. Nevndin verður tó víðkað við einum limi, nú eisini Rúni Seloy eisini tekur sæti í Kappingarnevndini.

Eftir ein skjótan kaffimunn varð hildið fram. Tosað varð fyrst um at manna eina veterannevnd. Her varð avgjørt, at FÍF og feløgini tosa saman aftur um 14 dagar, og at feløgini tá, koma við uppskotum um nevndarlimir.

Aðalfundurin gjørdi eisini av at broyta ein part av grein 8 í lógini, sum avmarkaði formanstíðina til tríggjar ferðir tvey ár. Tann avmarkingin er nú tikin burtur.

Síðan var ymiskt á skránni. Ymisk evni vórðu tikin upp, og vit fingu nøkur góð kjak. Fundarfrágreiðingin kann lesast beint undir hesi greinini.

——————————-

FÍF aðalfundurin 2015
Fundarfrásøgn

Ársaðalfundurin hjá FÍF varð settur klokkan gott hálvgum sjey hóskvøldið 16. Apríl í ÍSF-húsunum í Gundadali. Formaðurin bjóðaði vælkomin og skeyt samstundis upp, at Niels Jákup Jakobsen varð orðstýrari. Hann varð sum vanligt valdur við lógvabrestum.

Niels Jákup kundi fyrst staðfesta, at fundurin var lógliga lýstur. Eisini kundi staðfestast, at uppmøtingin var góð. Møtt vóru vegna Bragdið: Ann Thomsen, Rúni Seloy og Herluf Jakobsen. Vegna Frælsi: Súsan Tavsen, Beinta Enni og Laila Jacobsen. Vegna Hvirluna: Helgi Geyti og Anna Simonsen. Vegna Roysnið: Arnfinn Johannesen og Regin Thomsen. Vegna Treysti: Jorie Josephsen og Karin Kirke Petersen. Og vegna nevndina: Rigmor N. Arge, Hallur Holm, Guttorm Sørensen og Niels Jákup Jakobsen. Avboð frá Jonhardi Larsen – í hansara stóli sat Regin Thomsen, eykalimur.

Orðstýrarin gav formanninum aftur til ársins formansfrágreiðing, sum kann lesast undir hesi fundarfrásøgn. Tað stóðst ikki nógv kjak burturúr formansfrágreiðingini. Ein spurningur var, um dato og krav fyri at sleppa við landsliðnum til Íslands. Seinasti dagur fyri kvalifikatión er til GP3, og tað verður elitukravið, sum skal klárast. Viðvíkjandi dómaraskeiðinum kom aðalfundurin til ta niðurstøðu, at tað ikki verður neyðugt at flyta tað. Dómaraskeiðið verður sostatt hildið 24. og 25. mai. Heitt varð á feløgini um at reka dúgliga fyri at fáa so nógv sum gjørligt við á dómaraskeiðið. Tess fleiri sum kunnu døma, tess fleiri herðar at leggja uppgávurnar á.

Síðani legði kassameistarin fram grannskoðaðan roknskap. Roknskapurin varð góðkendur.

Síðan var nevndarval. Fyri vali stóðu næstformaðurin Niels Jákup Jakobsen og nevndarlimirnir Rigmor N. Arge og Jonhard Larsen. Fyrst skuldi næstformaður veljast. Niels Jákup tók við afturvali, og tá einki mótvalevni var, bleiv hann valdur til næstformann komandi tvey árini. So var val av nevndarlimum. Rigmor N. Arge var sinnað at taka tvey ár afturat, meðan Jonhard Larsen ikki stillaði upp aftur. Fyri hann skeyt nevndin Regin Thomsen upp. Hann hevur sitið sum eykalimur. Eingi mótvalevni vóru, so eisini Rigmor og Regin sita í nevndini komandi tvey árini.

Næsta mál var manning av undirnevndum. FÍF hevur bert eina undirnevnd – kappingarnevndina, sum verður vald fyri eitt ár á gangin. Teir fýra, sum sótu í nevndini framman undan, halda fram. Harafturat kemur eisini Rúni Seloy at sita í kappingarnevndini. Nevndin er soleiðis mannað: Guttorm Sørensen, Regin Thomsen, Tummas Napoleon Arge, Rúni Seloy og Hallur Holm.

Eftir ein stuttan kaffistøðg helt fundurin fram. Næsta evnið var at manna ein nýggja undirnevnd. Starvsnevndin hevur á nevndarfunum umrøtt at skipa eina veterannevnd, sum skal skipa og sameina veteranarbeiðið. Vit hugsa at slík nevnd kann fáa eina ávísa fíggjarliga játtan frá FÍF at arbeiða við. Nevndin orðar sjálv ein politikk, samskipar kalendarar, kann t.d. hava FM á breyt. Møguleikarnir eru nógvir. Feløgini hava øll fingið í boðið, at fáa ein nevndarlim. Sambært reglugerðini skal nevndarlimur í FÍF vera formaður í øllum undirnevndum. Avrátt varð, at feløgini fáa 14 dagar at umhugsa hetta. FÍF vendir so aftur, og so síggja vit, um grundarlag er fyri at stovnseta hesa undirnevnd.

Og so var liðugt við nevndarvalum. Næsta mál á skránni var ein lógarbroyting. Uppskot varð komið um at taka av part av grein 8, sum avmarkar formanstíðina til tríggjar setur. Uppskotið var, at hetta brotið í grein 8:

“Formaðurin kann í mesta lagi sita í trý fylgjandi skeið.” …. verður strikað. Uppskotið varð samtykt. Aðalfundurin hjá ÍSF kemur at staðfesta hesa lógarbroyting.

Síðani var val av grannskoðara. Verandi grannskoðari, Januar, varð afturvaldur.

So komu vit til ymiskt. Fyrst varð prátað um royndirnar við Aski, haggrunninum hjá ÍSF. Undrunnarvert var at hoyra, hvussu ymiskar royndir feløgini hava av skipanini. Í Bragdinum lótu tey sera væl at. Avgreiðslan av limagjaldið gjøgnum skipanina hevur gingið so væl, at ongantíð fyrr hevur felagið fingið so nógv limagjald inn. Fullkomiliga øvugt var hjá Roysninum. Frá at hava um 100 gjaldandi limir, er talið farið heilt niður 30. Har meta tey, at júst skipanin er høvuðsorsøkin. Eitt sindur ymiskt er, hvussu nógv feløgini brúka Ask. Umframt limagreiðsluna brúka nøkur av feløgunum eisini Ask sum tilmelding til ymisk smærri tiltøk.

Í sambandi við Gásadal ½ maraton høvdu tey í Frælsi trupulleikar við ferðslupolitinum, sum ikki vildi geva loyvi til renningina. Tosað var eitt sindur um hvørjar royndir hini feløgini hava við politiloyvum, og vóru tað bert positivar royndir. Niels Jákup er vanur at avgreiða hesi viðurskifti fyri rennitiltøk hjá Bragdinum, og hann átekur sær at loysa knútin, um trupulleikin kemur aftur í ár. Tosað varð eisini um, at tað er neyðugt at vit vísa varsemi í ferðsluni, t.d. at øll krossa landsvegir sama stað í sambandi við rennikappingar.

Ein lítil viðmerking kom í sambandi við TF Vetrarkappingina. Í fjør bleiv eitt heiðursmerkjayvirlit gjørt, sum greitt vísti, hvussu nógv heiðursmerki tey ymisku feløgini høvdu vunnið, og onkur saknaði at síggja hetta yvirlitið aftur í ár. Regin Thomsen, sum hevur umsitið stigaskipanina í vetur, lovaði at gera eitt slíkt yvirlit innan alt ov leingi.

7. umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið í Trongisvági. Á aðalfundinum harmaðist onkur um, at so gott sum eingin har suðuri frá var við í kappingini, og at tað tí gav so lítla meining, at 50 fólk brúka ein heilan dag í Suðuroy. Nógv tiltøk vóru í Suðuroy hendan dagin, so tað kann hava verið ein orsøk til lítlu lokalu undirtøkuna. At kappingarnar norðanfyri eru kl. 11, ger at suðuroyingar illa fáa luttikið, og tí heldur ikki blíva ein partur av TF Vetrarkappingini, helt onkur. Ført varð eisini fram, at uppgávan hjá FÍF er at menna frælsan ítrótt kring alt landið.

Prísurin á rennikappingum varð eisini umrøddur. Fleiri og fleiri kappingar hava nú væl hægri kostnað enn tær vanligu 50 krónurnar, sum hevur verið standardprísur í nógv ár. Hetta kann væl fáa fólk at setast aftur. Í øllum førum eigur tað at merkjast, at meira fæst fyri peningin. Men tað kann vera ein vandi at koyra prísin upp, samstundis sum útboðið er so stórt og vaksandi.

Eisini varð ført fram, at tað tykist sum meira og meira verður miðsavnað í Havn. Bygdarenningarnar t.d. í Vestmanna, í Sundalagnum, á Skála og Strondum eru avtiknar – í øllum førum í Grand Prix høpi.

Í hesum sambandi varð eisini tosað um, hvørt Svangaskarð møguliga kann brúkast til eitt umfar av Grand Prix á breyt. Men tað ber illa til. Langspurtur er ómøguligur, tí ytru breytirnar eru undirmineraðar. Av kastigreinum ber bara til at avgreiða kúluvarp, og longdarlopsgrøvin er í ringum standi, men kann við nýggjum sandi kanska setast í brúkiligan stand. Men við tí skipan, sum kappingin hevur koyrt, krevst at nógvar kappingargreinar mugu avgreiðast hvørjaferð, og tá ber ikki til at nýta Svangaskarð.

Fundurin var lokin klokkan 21.35.

 

————————————-

 

Frælsur Ítróttur Føroya
Formansfrágreiðingin 2015

Enn eitt ár er farið, og vit standa nú á gáttini til mítt seinasta ár, sum eg sambært lógini kann sita sum formaður. Alt gott um tað. Fyri tveimum árum síðani mælti eg til, at um fólk ynsktu aðra kós og nýbrot, skuldu tey hyggja seg um eftir øðrum formanni/kvinnu til aðalfundin í 2014. Eingin bjóðaði seg fram tá, men tað merkir tó ikki, at tað ikki kunnu vera ymisk ynski um nýhugsan.

Stórfundur
Tí hugsaði nevndin, at okkurt átti at verið gjørt fyri at hoyra, hvat fjøldin hevði at siga um alt tað sum fyriferst innan frælsa ítróttin. Vit ynsktu at lodda dýpið, og vita, um vit hildu nøkulunda rætta kós. Úrslitið gjørdist ein sonevndur Stórfundur, sum varð hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt 8. Oktober 2014, eftir at hann vegna illveður varð útsettur eina viku.

Fundurin var væl vitjaður. Fyrst vórðu nøkur felagsevni viðgjørd, og síðan varð býtt sundur í tveir bólkar, motiónsrenning og breyt/elita/venjarar. At enda samlaðust øll so aftur. Fundurin var góður, og nevndin fekk nógv feed-back. Á nøkrum økjum eru limir okkara sera væl nøgdir við tiltøk og ætlanir, meðan tað á øðrum økjum valda eitt sindur ymiskar hugsanir. Tað sum er mest umráðandi er, at nevndin nú veit, hvørjar meiningar eru í feløgunum og feløgini kenna støðuna hjá FÍF.

Vit eru glað fyri, at vit høvdu fundin. Tað er tó lítið trúligt, at slíkur fundur verður hildin á hvørjum ári. Hetta kann vera eitt gott amboð hjá komandi nevndum, at lodda dýpið og hoyra hvat veruliga rørist úti á feltinum.

Fíggjarliga
Seinastu tvey árini hevur FÍF havt undirskot. Í 2013 gjørdist undirskotið umleið 100.000 kr. Hetta fekk nevndina at stremba enn meira á at skaffa pening, og samstundis at halda aftur við útreiðslunum. Vit hava bæði fingið høvuðsstuðul umframt økta játtan frá ÍSF. Sum vit fara at frætta seinni, tá roknskapurin verður lagdur fram, er eydnast at rætta skútuna.  Men tølini hesi seinastu árini bera boð um, at nevndin eigur at hava eina neyvari fíggjarætlan.

FÍF, Hvirlan, Bragdið, Kommunan og Tórsbreyt
Samstarvið millum Hvirluna, Bragdið og FÍF viðv. umstøðunum á Tórsbreyt hava gingið væl. Kommunan vísur oftast góðvilja, tá vit streingja á, og  nógv av teimum málunum vit umrøddu á fundunum í fjør, eru komin á pláss. Serliga fegnast vit um nógvu nýggju útgerðina, sum er komin á Tórsbreyt. Nakrir snøklar kunnu avgreiðast heilt skjótt í vár. Internet, ljós, føst borð og skáp í teknikkrúmið. Nýggjar leiðreglur fyri nýtslu av Tórsbreyt.

Eftir koma tó at standa stórar ella kostnaðarmiklar uppgávur. Umstøður til stangarlop, ljóðanlegg, áskoðarapláss og útbygging av goymsluhølum. Harafturat skal banin skjótt merkjast aftur, og nýggjar sargir skulu setast upp. Hesar uppgávur mugu ikki sleppa í gloymibókina.

Afturat øllum hesum er eisini stórur tørvur á skiftismøguleikum.

Samstarvið við feløgini snúði seg eisini um at vinna frælsa ítróttinum møguleikar at venja innandura. Men júst hvat hendir við útbyggingini av Gundadalshøllini vita vit ikki. Men sera spennandi er, at Kommunan nú eftir øllum sólarmerkjum er farin at leggja tvær breytir undir áskoðaraplássunum við Tórsvøll. Lopgrøv verður væntandi eisini, so tað verða stórir batar til komandi vetur. Hetta er komið í lag eftir at umboð fyri Hvirluna hava tosað við arkitekt og Kommunu.

Og so skal eg eisini undirstrika, hvussu ótrúliga gott tað kendist at hoyra, at Klaksvíkar Býráð hevði sett pengar av til rennibreyt. Tær ætlanirnar ganga sína gongd, skilja vit á lagnum.

Føroyar – Ísland
Bondini millum brøðratjóðirnar Føroyar og Ísland eru framvegis væl knýtt í frælsum ítróttarhøpi. Leingi var í umbúna at skipa fyri einum IAAF venjaraskeiði her heima, hildið av íslendingum. Kortini vóru tað tey flestu, sum mettu at hetta bleiv ov umfevnandi, og ætlanin er nú slept. Men ætlanin um at halda dómaraskeið við íslendskum instruktøri verður nú gjøgnumførd. Thorsteinn Thorsteinsson, tekniskur leiðari hjá FRÍ, er settur at koma her at halda skeið 24. og 25. mai. Men av tí at hetta er á Hvítusunnu, má hetta broytast. Vit fara at finna ein nýggjan dato sum skjótast.

Samstarvið við íslendingar um úrslit og hagtøl heldur eisini fram. Nýggja skipanin hjá íslendingum er farin at koyra á heimasíðu teirra, og við sær heim úr Reykjavík í januar, fekk Guttorm ein geyma við forritinum á. So nú er at fáa teldukøn fólk at seta forritið upp á okkara heimasíðu, og fáa gongd á. Hvussu skjótt ella hvussu trupult hetta er, er ilt at siga beint nú.

Tað hevur ikki verið so stórur panikkur í viðvíkjandi hagtølunum, tí vit nú hava Regin Reinert, sum situr og loftar øllum okkara úrslitum og leggur tey í eina heimagjørda skipan hjá sær. Men sjálvandi vilja vit hava, at øll úrslit og hagtøl skulu vera tilgeingilig hjá almenninginum.

Altjóða Samstarv
Altjóða samstarv er eisini eitt afturvendandi punkt í formansfrágreiðingini. Men spyrja vit, um vit eru komin nærri IAAF-limaskapi, má erliga svarið vera nei. Neyðugt er kortini, at vit vísa hvørji vit eru, og tá eg spurdi nýggja formannin í DAF, Karsten Munkvad, um føroyingar kundu hava umboð við til Íslands á norðurlendska kongress, var svarið játtandi. Fundurin varð fluttur til Praha í samband við innandura EM, og formaðurin í FÍF fekk í boðið at luttaka við danska ferðaliðnum.

Í sama brævi bjóðaði hann føroyskum umboðum á sonevndu ársveitsluna. Hetta er tiltak yvir tveir dagar, har tað bæði er Stórfundur, aðalfundur, fyrilestrar, hugnakvøld og veitsludøgverði. Guttorm og Hallur vóru á fundinum. Vit fingu tosað við eina ørgrynnu av fólki, og eru komin at kenna so gott sum alt starvsfólkið og alla nevndina hjá DAF. Hetta ger tað nógv lættari og smidligari at samstarva um ymisk viðurskifti í framtíðini.

Norska sersambandið í frælsum ítrótti hevur eisini fingið nýggjan formann fyrr í ár. Hetta er ein ambitiøsur fýrur, Svein Arne Hansen, sum í seinastu viku bleiv valdur til forman fyri EAA, Evropeisku sambandi fyri frælsan ítrótt. Vónandi kann hetta á onkran hátt hjálpa okkum í Føroyum. Svein Arne er kendur fyri at stuðla smærru tjóðunum. FÍF hevur ynskt honum tillukku, og hann hevur svarað okkum, og vil fegin frætta meira um okkum.

Tað er tí avgerandi neyðugt, at vit hava umboð við á næsta norðurlendska fundi, har vit kunnu koma á tal við allar teir høgu harrarnar har. – kunnu vit evt. seinni halda Nordic Congress í Føroyum? Kunnu vit skipa fyri NM 10.000 m í Føroyum? NM í lendisrenning? Og um IAAF er forboðið land, hvussu langt kunnu vit røkka við EAA??

Norðurlendskar kappingar
At vera partur av altjóða samfelagnum merkir eisini at luttaka til kappingar undir Merkinum, har møguleiki er fyri tí. Og í mai var so aftur Nordic Challenge – NM á 10.000 m, sum var hildið á legendariska Bislet Stadion í Oslo. Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus høvdu bæði víst stórform í HM ½ maraton, og høvdu tey bæði tvey møguleikar at seta føroysk met á 10.000 til NM.

Men soleiðis skuldi ikki ganga. Valborg bleiv sjúk, og kom ikki við til Oslo. Marnar var tó við, men undir kappingini fekk hann trupulleikar við rygginum og mátti gevast eftir 4.000 metrum.

Nordic Challenge stundar nú til aftur, og verður hildið í Århus tann 23. mai. Innbjóðing til ta kappingina kemur frá DAF fyrsta dagin. Nevndin hevur sett úttøkukrøv til kappingina. 32 min fyri menn og 37 min fyri kvinnur.

Í november verður NM í lendisrenning í Finlandi. Til hesa kapping sleppa eisini ungdómar við, umframt at hetta eisini er liðkapping.

VU-Spelen
Aftur í ár var stórur hópur til VU-Spelen í Gøtuborg. Hópurin var hin størsti nakrantíð. 22 íðkarar og fýra leiðarar umframt nøkur foreldur. Úrslitini vóru fram úr góð. Vit fingu fýra nýggj føroysk met. Hanus Bergsson betraði tvær ferðir føroyska metið í spjótkasti. Við 59,00 metrum vann hann eitt bronsu. Okkara einasta heiðursmerki. Hanus betraði annars metið aftur til DM-Ung til 59,19 og vann silvur, eftir leingi at hava verið nummar eitt.

Hini bæði føroysku metini setti Rebekka Fuglø. Á 1.500 bleiv tað 4.35,92 min og á 800 metrum 2.14,6 min. Hetta metið betraði hon til 2.13,62 tá hon seinasta dagin í august vann DM heitið fyri G22.

Úrslitini í Gøtuborg vóru sum sagt avbera góð. Nógvar topp 10 plaseringar, persónlig met í so gott sum hvørjari kapping og heili 27 bólkamet settu føroysku luttararnir hesar tríggjar dagarnar!

Í ár fer ikki at bera til hjá oyggjaleikaluttakarum at kappast til VU-Spelen. Kortini er ætlanin, at fara við teimum yngru. Landsliðið skal eisini helst hava meira enn eina uppgávu um árið, og ætlanin er at fara til Íslands við landsliðnum vikuskiftið undan ólavsøku, har vit kunnu verða við sum gestaluttakarar til kappingarnar um Íslandsmeistaraheitini.

Sterk úrslit
Uttandura eru tað framvegis kvinnurnar, sum standa fyri teimum føroysku metunum. Unga Margit W. Fríðmundsdóttir hevur tikið metini á bæði 200 og 300 metrum. Sum nevnt tók Rebekka Fuglø metini á 800 og 1.500 metrum. Valborg Heinesen hevur havt eitt fram úr gott ár. Føroyskt met og DM silvur á 5.000 metrum (17.30,22) og nýtt føroyskt met og bronsu til DM í maraton (2.49.37) Hinvegin, so misti Valborg eisini nøkur met. 2014 gav okkum enn ein kvinnuligan føroyskan topprennara. Marna Egholm hevur í tveimum umførum betrað føroyska metið í hálvum maraton, umframt at hon hevur tikið metini á 15 og 20 km. Hon var fyrst føroyska kvinnan undir 1.20.

Tær báðar ungu Hvirlugenturnar, Edna Maria Debes og Marita K. Petersen settu eisini nýggj lopmet. Edna Maria í trístøkki og Marita í longdarlopi.

Innanduramet eru seinastu tvey árini komin í hópatali. Hendan veturin kom tó ein lítil stígur í. Gleðiligt er, at ein av stóru gimsteinunum hjá FÍF aftur glitrar. Í Stórmót-kappingini fekk Rúni Seloy umsíður betrað sína 800 m tíð, sum hann rann í 2009. Tíðin hjá honum og nýggja føroyska innandurametið er nú 1.56,51. Hini innandurametini settu Edna Maria Debes, 60 rim og trístøkk (fyrsta føroyska kvinna yvir 10 metrar!) og Hildur Poulsen 60 m.

DMU
DM fyri ung hevur fingið sína egnu yvirskrift í ársins formansfrágreiðing. Hvirlan, Bragdið og Treysti eru sera trúgv at senda sínar bestu íðkarar til bæði innan- og uttandura DM. Og hóast tey umboða donsk feløg, verður lagt merki til føroyingarnar. Hetta merktiskt týðiliga á ársfundinum hjá DAF. Heili 14 DM heiðursmerki hava okkara ungu vunnið í ársins kappingum. Tvey vóru úr gulli. Tað var Rebekka, sum vann DM úti á 800 og 1.500 m. Innandura vann hon silvur og bronsu á hesum teinum. Fleiri spjótkastarar vóru millum heiðursmerkjavinnararnar eisini. Hanus Bergsson, Marita K. Petersen og Tróndur Arge vunnu silvur og Helgi Geyti vann bronsu. Hallur Simonsen vann silvur við klingruni, Edna Maria Debes silvur í trístøkk og Katarina Høj bronsu á bæði 800 og 1.500 m. Innandura vunnu Tórur Mortensen og Steingrímur Hallsson silvur í ávikavíst trístøkki og 800 m.

Úrval
Á seinasta aðalfundi varð kunnað um nýggju stuðulsskipanina undir ÍSF – Úrval. Skipanin er nú sett í verk, og FÍF sendi inn tríggjar umsóknir, sum allar vórðu góðtiknar. Úr Úrval fáa vit 20.000 kr. fyri spjótkastaran Hanus Bergsson, 20.000 kr. fyri loyparan Tór Mortensen og 91.000 kr. fyri langteinarennaran Valborg Heinesen.

Hetta fegnast vit nógv um. Umsóknirnar eru bygdar á ætlanir, sum byggja á fýra ár. Tað skuldi so merkt, at er stuðul latin, verður hann sannlíkt latin aftur næsta ár, um alt gongur eftir ætlanunum, sum umsónirnar bygdu á. Eitt sindur av arbeiði fylgir við hesum pengum. Kvartalsfrágreiðingar og kvartalsroknskapur skal gerast fyri hvønn íðkara. Men tað taka vit gleðiliga við.

Pengarnir úr Úrval verða ikki smábýttir! Vit hava í dag tríggjar íðkarar í skipanini, og tað er meira enn nakað annað sersamband. Svimjisambandið hevur eisini trý. Men vit skulu ikki rokna við, at vit kunnu fáa fleiri inn í skipanina. Eru onnur sum vísa so góð úrslit, at tey eiga at koma við í metingarnar, so verða vit í FÍF noydd at prioritera okkara fólk. Hetta kann blíva bæði trupult og keðiligt, men soleiðis er so mangan, tá onkur skal veljast og annar skal vrakast.

Oyggjaleikir
Oyggjaleikir stunda til. Bruttolandslið er sett á pappírið, hagani endaligi hópurin verður úttikin. Átta hava klárað úrslitaliga kravið fyri úttøku. Tá vit siga úrslitaliga kravið, verður sipað til, at tað eisini eru onnur krøv galdandi, skalt tú umboða Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum. Her er nevndin rættiliga samd um, at landsliðsíðkarar veruliga taka sín ítrótt frammalaga, og eru eyðsýnd í landslagnum í frælsum ítrótti, tað veri seg bæði til kappingar og venjingar.

Venjaraskeið
FÍF hevur í fleiri ár roynt at fáa danska toppvenjaran, Thomas Nolan Hansen til Føroya at hava venjaraskeið. Hetta er nú komið í lag, og um mánaðarskiftið apríl/mai verða tvey skeið hildin. Fríggjadagin 1. Mai verður motiónsvenjaraskeið, og dagin eftir verður venjaraskeið fyri mið- og langteinarennarar við serligum atliti til miðteinar.

Nevndin samd um at halda fram við svensku venjaraútbúgvingini við Randi og Hera, har vit nú eru komin til venjing hjá teimum 14 ára gomlu. Ringt at fáa pláss í kalendaranum. Serliga um várið er trongt. Um heystið er lættari at finna leysar dagar, men tá er kappingarárið liðugt, og áhugin knapt so stórur. Men vit mugu fara at finna ein dag saman við Randi Kúrberg og Hera Ziska. Enn er eingin ítøkilig roynd gjørd at finna pláss.

Veteranbólkur
Nógvir veteranar eru í okkara felagsskapi, og nevdin hevur í umbúna at stovnseta ein veteranbólk sum eina undirnevnd hjá FÍF. Ein slíkur Veteranbólkur kann hava egna játtan og sjálvur orða ein veteranpolitikk. Hvørt felag fær í boðið at hava ein nevndarlim. Nevndarformaðurin er úr starvsnenvdini hjá FÍF. Veterankalendara. Orða egnan politikk – elita/breidd/motión. FM fyri veteranar. NM bæði inni og úti – kappast sum føroyingar. Maratontúrar? EM/HM á breyt. DM. Nógvar relevantar kappingar.

At enda….
…..fari eg at ynskja øllum eitt gott kappingarár. Nógvar spennandi kappingar eru komandi tíðina, so tað ræður um at vera klár. Fari eisini at senda eina hjartans tøkk til tykkum, sum taka tey stóru tøkini úti í feløgunum. Bæði til venjing, til fyriskipan av kappingum og til at leiða feløgini. Tit gera eitt megnararbeiði, sum áhaldandi mennir frælsan ítrótt í Føroyum.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Jonhard Larsen 20.04.15 - 16:15

Eg takki sjálvur fyri tíðina í nevndini, og vil ynskja Regin til lukku við nevndarsessinum.

Stóra takk til Niels Jákup og Rósu fyri nógvar góðar løtur í teirra heimi, og altíð saman við einari vælsmakkandi máltíð.

Vinarliga
jonhard

Comments are closed.