Home BETRI Vetrarkappingin Reglurnar fyri TF Vetrarkappingina stillaðar

Reglurnar fyri TF Vetrarkappingina stillaðar

by Hallur Holm

TF Vetrarkappingin verður nú runnin eftir verandi reglusetti á fjórða ári, og vit hava eftir hondini vant okkum við og kenna reglurnar: Átta umfør, fimm tey bestu telja, fimm skulu gjøgnumførast, og so eitt, tvey ella trý eykastig fyri sættu, sjeyndu og áttandu kapping.

Men nú ísurin legðist og gjørdi tað ómøguligt at kappast undir Kerjum, mugu reglurnar stillast eitt vet. Kappingarnevndin hevur tí avgjørt, at hetta verður galdandi fyri TF Vetrarkappingina 2016-17:

  • Fyri at gjøgnumføra TF Vetrarkappingina skulu í minsta lagi fýra umfør gjøgnumførast.
  • Tað eru framvegis fimm tey bestu umførini, sum telja.
  • Eykastigini verða latin soleiðis: eitt fyri fimm kappingar –  tvey  fyri seks kappingar og trý eykastig fyri sjey kappingar. Sostatt ber framvegis til at fáa tilsamans seks eykastig.

Liðkappingin
Einasta broyting í liðkappingini er, hvør luttakari skal hava gjøgnumført í minsta lagi fýra umfør fyri at telja við í liðkappingini. har tað annars vanliga er fimm umfør.

Runt Agnið 2014
Alt byrjar á Toftum í november, men lóg og landaskil má valda til vit koma á mál í Runavík í mars.

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles