Home FÍF Reinir rennarar

Reinir rennarar

by Hallur Holm

Í sambandi við 2. umfar av TF Vetrarkappingini undir Kerjum 19. november, vóru doping-myndugleikarnir komnir á vitjan. Sum kunnugt varð kappingin avlýst vegna hálku, men kortini sluppu nakrir av okkara fremstu rennarum ikki undan at míga í glasið.

FM 2016 Jan Elmar
Jan Elmar Sørensen og hinir fimm rennararnir høvdu sum væntað allir negativar royndir

Seks rennarar vórðu tiknir til viks og skuldu lata ein pegil ella so til eftirlitið. Rennararnir vóru Rigmor N. Arge, Duruta á Lofti, Rebekka Fuglø, Sam Vang, Andrias Hansen og Jan Elmar Sørensen. Úrslitið av royndunum er sent til FÍF, og tað vísti at allar royndirnar vóru negativar.

Í FÍF fegnast vit sjálvandi um, at okkara bestu rennarar nú hava prógv fyri, at teir ikki eru dopaðir. Eisini fegnast vit um, at dopingeftirlitið í Føroyum nú aftur virkar sum tað skal, eftir at nýggja avtalan millum Antidoping Danmark og ÍSF varð undirskrivað í apríl í ár.

0 comment
0

Related Articles