Home FÍF Rigmor N. Arge nýggj í nevndini hjá FÍF

Rigmor N. Arge nýggj í nevndini hjá FÍF

by Hallur Holm

Mikukvøldið 20. apríl var ársaðalfundur FÍF’s hildin í fundarsalinum í ÍSF-húsinum. Uppmøtingin var av tí besta. Frá nær og fjar stevndi fólk til fundar. Hetta miðvikukvøldið komu fólk úr Norðoyggjum, úr Eysturoynni, úr Suðuroynni og Vágoynni, og á fyrsta sinni vóru øll feløgini undir FÍF umboðað á aðalfundinum. Hetta fegnast vit sjálvandi um, og eisini fegnast vit um at talið av fundarluttakarum var tað mesta nakrantíð.

Nakrir fundarluttakarar blivu fangaðir í spreingiarbeiði á landsvegnum undir Gøtueiði, og klokkan fór tí nakað út um ásettu tíðina, áðrenn formaðurin bjóðaði vælkomin. Niels Jákup Jakobsen varð skotin upp sum fundarstjóri, og fall tað í góða jørð. Niels Jákup lat formanninum orðið aftur til formansfrágreiðingina, og størsti parturin av henni kann lesast niðast í hesi greinini.

Aðalfundur 2014

Eftir at aðalfundurin hevði góðtikið fyrst ársfrágreiðingina og síðani ársroknskapin, sum Guttorm Sørensen legði fram, var nevndarval á skránni. Formaðurin stóð fyri vali, og hevði boðað frá, at hann tók við afturvali. Einki mótvalevni var, so tað var bara at klappa fyri tveimum árum afturat. Sama var galdandi fyri Guttorm Sørensen. Heini Hátún stóð eisini fyri vali, og stillaði ikki upp aftur. Regin Thomsen og Rigmor N. Arge stillaðu upp, og atkvøðugreiðslan gav teimum tríggjar atkvøður í part. So var nýggj atkvøðugreiðsla, og her fekk Rigmor fýra atkvøður, meðan Regin fekk tvær. Sostatt er Rigmor nývald í nevndina.

Rigmor (2)

Kappingarnevnd varð eisini vald. Gamla nevndin við Halli Holm, Guttormi Sørensen og Tummas Napoleon Arge heldur fram, men verður so eisini styrkt við Regini Thomsen.

Eitt mál var innkomið. Hvirlan hevði nakrar spurningar og nøkur ynski viðvíkjandi ferðakortunum við Strandferðsluni. Tjakast varð leingi um týdningin, møguleikarnar og ikki minst avmarkingarnar í hesi skipan.

Síðani var ymiskt á skránni. Her kunnaði formaðurin fyrst um álitið um nýggju stuðulsskipanina til elituítróttarfólk og seinni um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í ÍSF, sum m.a. føra til, at feløgini ikki longur hava atkvøðurætt á aðalfundi ÍSF’s. Drúgvt orðaskifti var eisini um, hvussu kappingar verða fráboðaðar, skulu tær hava góðkend úrslit og góðkend úttøkukrøv hjá FÍF.

Nevndarlimir, sum hava sitið í nevnd í sersambandi í fimm ár, fáa silvurnál ÍSF’s. Niels Jákup Jakobsen og Guttorm Sørensen hava sitið í nevdnini hjá FÍF síðani stovningardagin í 2002, og skuldu tí havt fingið hendan heiðurin fyri langari tíð síðani. Men hetta var so gjørt á aðalfundinum, og teir hava báðir hendan heiðurin so dyggiliga uppibornan.

 

 

Gutti og Niels Jákup silvurnál (2)

 

Formansfrágreiðingin 2014

—-

Tá kassameistarin eftir formansfrágreiðingina fer at leggja roknskapin fram, fer hann at vísa á eitt stórt undirskot. Hetta skal tó ikki á nakran hátt uppfatast sum nakað keðiligt. Fyri tað fyrsta átti FÍF peningin, og fyri tað næsta, eru nýggjar inntøkur størri enn undirskotið longu á bók til 2014. Hesum fer kassameistarin at greiða frá.

Stóra undirskotið er sjálvandi positivt, tí tað ber prógv um nógv økt virksemi. 2013 var eitt ár, har bæði oyl-landslið og talentlandsliðið vóru størri enn  árini frammanundan.

Og ítróttarliga gjørdist 2013 eisini eitt sera gott ár. Á oyggjaleikunum á Bermuda vunnu vit tvey gullmerki, tvey silvurmerki, fýra bronsumerki og blivu samanlagt nummar sjey í frælsum ítrótti. At tað gongur rætta vegin kann staðfestast við, at til seinastu tveir oyggjaleikirnar hava vit vunnið 13 heiðursmerki, meðan vit teir tríggjar oyggjaleikirnar frammanundan bert vunnu tilsamans tvey heiðursmerki.

Vit hava í nógv ár havt sterkar kvinnur í langteinarenningini, og í 2013 kom so ein afturat. Valborg Heinesen var fyrsta føroyska kvinnan yvirhøvur, sum hevur vunnið gullmerki í frælsum ítrótti á oyggjaleikum. Og so vann hon bæði 10.000 m og ½ maraton. Øssur D. Eiriksfoss var á oyggjaleikum sum fimleikari, men kappaðist eisini í frælsum ítrótti. Her setti hann føroysk met í bæði hæddarlopi og trístøkki, og í báðum førum var tað nóg mikið til at vinna silvur. Marnar Djurhuus vann bronsu á bæði 10.000 m og 5.000 m. Hini bæði bronsumerkini fóru til Hera Ziska í klingrukasti og Rógva Højgaard í spjót.

At menningin millum tey ungu gongur skjótt fyri seg, sæst serliga við at vísa á hesar báðar seinastu nevndu. Heri og Rógvi hava sitið á hvør sínari kastitrónu í nógv ár. Men til FM koppaði Hallur Simonsen Hera, meðan Rógvi so dánt megnaði at halda seg frammanfyri Hanus Bergsson. Hanus hevur tó í vár kastað út um oyl-kravið og nærkast føroyska metinum. Sannlíkt verða Hallur og Hanus við til komandi oyggjaleikir, har teir uttan iva koma at kappast millum teir fremstu.

Eisini Katarina Høj trein í vaksnamannalið, tá hon rættiliga óvæntað setti PM við 10 sekundum til VU-Spelen í Gøtuborg. Og harvið eisini nýtt føroyskt met. Hetta slapp tó bert at standa eitt døgn, tí dagin eftir tók Rebekka Fuglø aftur metið, sum hon átti áðrenn. Síðan hevur Rebekka bøtt tað tvær ferðir, og er tað eisini partur av hennara 10 uttandurametum í 2013, har hon m.a. bert var hálvtannað fet frá at vinna bronsu á oyggjaleikum, men datt tíverri.

Vit fingu eisini eitt hav av ungdómsmetum í fjør, og hugaligt er at at gera dagføringar á heimasíðuni. Gløgga eygað sær eisini, at barna- og ungdómsmetini, sum okkara eldru ungu hava átt, verða tikin so gott sum hvørt einasta eitt. Og tað fegnast vit um.

2014 er eisini byrjað heilt óvanliga væl. Til RIG, Stórmót og DM innandura, fingu vit nýggj met á 60 m, 200 m, 400 m og 800 m fyri kvinnur og á 400 m, 1.500 m og 3.000 m fyri menn. Sára Debesardóttir og Rebekka Fuglø áttu kvinnumetini, Rúni Seloy og Marnar Djurhuus áttu mannfólkametini.

Og í landavegsrenning hevur eisini bragdað. Fyrst setti Valborg nýtt føroyskt met á 15 km og til HM í ½ maraton í Keypmannahavn fingu vit nýggj met hjá bæði kvinnum og monnum. Valborg skar meira enn tríggjar minuttir av sínum gamla metið, meðan Marnar tók 28 ára gamla og næst elsta metið yvir høvur, tá hann skar ein knappan minutt av metinum hjá Absalon Hansen. Vert er eisini at býta merki í, at eisini Bjørk Herup Olsen kom undir gamla metið hendan dagin, og er á veg fram eftir bæði skaða og sjúku.

Við chip-tøknini, sum varð nýtt í Keypmannahavn, sæst eisini, at úrslitini hjá Valborg og Marnari  eisini hava verið nóg góð til at taka metini á 20 km. Í løtuni verður kannað, um hesi met kunnu góðkennast.

Seinast í juni fara vit aftur til VU-Spelen í Gøtuborg við A-landsliðnum og við talentliðnum. Vit hava ikki sum vanligt havt venjingarlegur enn fyri allan bólkin. Bert tann eina legan er hildin. Hendan var fyri mið- og langteinarennarar, og 20 rennarar vóru eitt vikuskifti í apríl í Klaksvík, har vit sum vanligt búðu í Skótahúsunum. Venjingarlega fyri allan bólkin verður ætlandi 16.-17. Mai.

 

 

Samstarv
Tað er sera umráðandi, at FÍF og feløgini kunnu samstarva, um viðurskifti innan frælsa ítróttin. Tað hava verið ymisk viðurskifti á og kring Tórsbreyt, sum hava kravt ábøtur og eisini mangla ymisk amboð á Tórsbreyt. FÍF hevur saman við nevndarlimum og venjarum hjá Bragdinum og Hvirluni tingast um hvat skal gerast og hvat kann krevjast. Síðani hava vit verið saman á fundi við Mentanardeildina, sum vísti stak góðan samstarvsvilja. Nøkur ting eru komin á pláss, men tó væntar nakað enn. Mánadagin komandi verður aftur fundur við Býráðið, og vónandi falla fleiri ting uppá pláss tá.

Tá tað í heyst ljóðaði, at Tórshavnar Býráð nú hevði avgjørt at lata byggja multihøll úti á Landavegnum, setti Randi Kúrberg seg í samband við Bragdið og FÍF, og skjótt varð fundur skipaður. Vit gjørdu uppskot um, hvussu frælsur ítróttur kann gerast partur av slíkari bygging, og fingu fund við politiska myndugleikan, sum sá positivt uppá uppskotið.

Síðani eru ætlanirnar á Landavegnum sleptar, og ætlanin er nú at byggja upp í Gundadalshøllina. Venjingarumstøðurnar vetrarhálvárið eru so vánaligar, at allur bati bøtir. Tí er bræv aftur sent Býráðnum um fund, har vit vilja hoyra, hvørjar ætlanir teir hava, og hvussu frælsur ítróttur kann gerast partur av hesi verkætlan.

At feløg og sersamband samstarva um slík viðurskifti, gevur eina nógv størri tyngd og slagkraft, og kann ivaleyst eisini brúkast í øðrum førum av øðrum feløgum.

Íslendskt samstarv
Tær nógvu føroysku vitjanirnar í Íslandi mugu sigast at hava givið afturljóð. Formaðurin í íslendska frælsa ítróttarsambandinum, Jónas Egilsson, hevur boðið okkum at senda íslendskar skeiðsleiðarar at skipa fyri IAAF-venjaraskeiði í Føroyum. Hetta eru drúgv skeið, sum taka tvey vikuskifti umframt trý yrkakvøld har í millum. Eisini hevur hann boðið okkum at koma higar at skipa fyri dómaraskeiðum. Hetta er sera áhugavert, tí dómaraprógvini vit fingu í 2010 renna út komandi vár. Tað vil siga, at vit undir øllum umstøðum skulu skipa fyri dómaraskeiði í seinasta lagi næsta vár. Fyrst skal tó kannast, um Dansk Atletik Forbund góðtekur, at vit taka íslendsk dómaraprógv. Annars verður tað DAF, sum kemur at halda skeiðið.

Viðvíkjandi hagtalsgrunni eru vit eisini í samstarvi við íslendingar. Fríðrikur Oskarsson frá FRI arbeiðir í løtuni við einari nýggjari skipan, har hann ætlar at gera ein separatan part til føroysk úrslit. Orsøkin til at hann vil gera hetta, er at hetta er eitt pilot-projekt hjá honum. Ein roynd at fáa eina nýggja skipan upp at koyra, sum kann seljast til øll sersambond, ella feløg, sum ynskja at skráseta úrslit.

Altjóða samstarv
At hava ein góðan vin er týdningarmikið. Tí nú er stundin komin at skunda undir arbeiðið at vinna Føroyum altjóða viðurkenning innan frælsan ítrótt. Vit eru komin hartil, at vit sleppa at luttaka í NM-kappingum. Næsta stigið er at fáa Ísland og Danmark at vinna okkum rætt at luttaka á árliga norðurlandafundinum – við eygleiðarastatus at byrja við. Her eiga vit so at tala okkara søk, og vinna undirtøku frá øllum norðurlendsku londunum umframt frá baltisku londunum, sum eisini luttaka til ymiskar NM kappingar.

Elitupolitikkur ÍSF’s
ÍSF er komið við nýggjum áliti við reglum og mannagongdum fyri útlutan av elitupengunum. Skipanin er býtt sundur í tríggjar bólkar, har 85% av pengunum verða býttur í Bólki eitt. Fyri yvirhøvur at koma upp á tal í Bólki 1, skal avvarðandi sersamband hava altjóða viðurkenning.

Smærru feløgini
Eg haldi, at eg í øllum mínum formansfrágreiðingum havi havt ein part, sum eg kalli “smærri feløgini”, og so verður aftur í ár. Vit sótu í fjør og fegnaðust um endurreista Roysnið, og síðani tá hevur Roysnið reist seg enn meira. Nú í apríl er Regin Thomsen farin undir at skipa fyri venjing á Svangaskarði fyri ung, og er hetta sera gleðiligt. Vónandi sæst hetta aftur á breytini í summar, og vónandi og væntandi verður hetta eisini seinastu ferð eg nevni Teir Grønu undir hesi partinum.

Eisini í Suðuroy sær út til at vera komið meira lív í aftur hjá Hvistan, eftir at tað var eitt sindur kølnað fyri einum ári síðani. Poul Dam er komin í sving aftur á Tvøroyri og forkvinnan, Osla Christensen hevur havt regluligar venjingar í Hvalba. Harafturat hevur Finn Johannesen bygt upp ein góðan bólk av motiónsrennarum í syðru helvt av oynni.

Eisini Frælsi bjóðar til regluligar venjingar saman við Susan Tausen og Lailu Jacobsen. Í vetur hava vit sæð, at bæði hjá Frælsi og Hvistan liggur væl fyri at skipa fyri kappingum, tá ávikavist VK4 og VK7 vórðu fyriskipaðar á fyrimyndarligan hátt og við stórum gestablídni.

Frælsi skipaði eisini fyri vestanstevnurenning, meðan Hvistan eisini skipaði fyri jóansøkurenning og Suðuroy 25K. Tíverri fekk Suðuroy 25K ikki stóra undirtøku. Tiltakið er serligt og var óvanliga væl fyriskipað, men tykist nakað kroyst í yvirfylta summarkalendaranum. Nú Tórshavn Marathon er flutt til juni-mánaða, hava tey tikið avleiðingarnar og tí er Suðuroy 25K tikið av skrá í 2014. Hetta er spell.

Venjaraskeið
Áhugin og viljin hjá FÍF at skipa fyri venjaraskeiði skortar ikki. Áhugin og viljin hjá leiðarum, venjarum og møguliga komandi venjarum skortar heldur ikki. Men kortini hevur verið trupult at sjóseta næsta venjaraskeiðið í rullandi skipanini. Vit vóru komin til aldursbólkin 10-12 ár, og ætlanin var at halda skeiðið á vári í 2013. Vegna ov lítla tilmelding útsettu vit skeiðið til um heystið. Men so komu konfirmatiónir, fletting og heystferia í vegin, og aftur útsettu vit. Men loksins fingu vit avgreitt skeiðið, nú í vár. Tríggjar leygardagar upp í slag, var undirvíst. Fyrst í Havn, so á Toftum og so aftur í Havn. Randi Kúrberg og Heri Ziska stóðu fyri skeiðinum, og vit eiga at fegnast um, at vit her heima hava so góðar instruktørar. Næsta skeiðið verður 12-14 ár. Tað er ikki dagfest enn, men eigur at koma í skránna skjótast gjørligt.

Somuleiðis eiga vit nú at taka avgerð um, hvørt vit skulu taka av íslendska tilboðnum ella ikki. Tað kemur at kosta nakað, og tað kemur at vera tíðarkrevjandi. Ein fundur millum nevndina og allar venjarar kann fáa greiðu á hesum.

FÍF hevur eisini verið í sambandi við fólk úr Vejle, sum hava drúgvar royndir við tí, tey rópa sandkasseatletik. Hetta er venjing fyri tey 3-6 ára gomlu. Vit halda at hetta er eitt gott hugskot. Vit kunnu venja børn við breytina og við at venja frælsan ítrótt. Tað fer eisini at gera tað møguligt, at foreldur taka tey smæstu við til venjing. Soleiðis kunnu foreldrini kanska skiftast um at standa fyri smábarnavenjingini. Í hesum sambandi er eisini vert at hugsa um, at taka námsfrøðingar við á skeið. Tí nógv av hesum kann eisini fara fram í einum barnagarði, og tí kunnu vit eisini kveikja hugin og vitanina um frælsan ítrótt tann vegin.

Heimasíða og Facebook

Eftir at heimasíða hevur verið mest sum óbroytt í nógv ár, har bara ovasti bannarin onkuntíð er broyttur, hildu vit at síðan trongdi til eina andlitslyfting. Jan Elmar Sørensen hevur arbeitt við síðuni, og í dag hava vit eina nógv meira livandi og innbjóðandi síðu. Sjálvandi eru tað nýggjar greinar og myndir, sum gera eina síðu livandi. Ikki eru altíð so góðar stundir at skriva, og tí hendir tað viðhvørt, at góðar søgur, sum heilt sikkurt eiga at innivist, verða gloymdar. Onkrar av teimum blivus so tiknar upp í jólakalendaranum.

FÍF hevur eisini fingið Facebook-vangamynd. Sum eg síggi tað, hevur bólkurin bert góðar 300 limir. Tað er í minna lagi, tá vit hugsa um samlaða limatalið í feløgunum. Facebook er ein góður miðil at profilera frælsan ítrótt, so mín áheitan er at bjóða viðkomandi vinum limaskap í bólkinum.

Kappingar
Á øðrum sinni gjørdu vit okkum dælt av møguleikanum at luttaka til NM. Hesuferð var tað Valborg Heinesen, sum var í Íslandi til NM í lendisrenning. Hesum kom hon heilt væl frá. Hon endaði framman fyri alt tað íslendska landsliðið, og kempaði ein harðan kamp við tað einu donsku. Tað var ikki so langt fram til næsta bólkin.

Grand Prix á breyt var broytt nakað. Øll umførini vórðu løgd undan summarstøðginum. Hetta av tveimum orsøkum. Tann fyrra var at fáa meira samanhang í kappingina. Og afturljóðini hava verið sera positiv. 14 dagar vóru í millum allar kappingarnar og tað riggaði sera væl. Hin orsøkin var at so var hálvur agust og allur september kappingarfríur á Tórsbreyt, og eitt gott høvi hjá onkrum av feløgunum at fyriskipa kapping.

Ofta hevur verið rokaligt við stigsamanteljing og heiðursmerkjahandan seinasta dagin. Tí royndu vit ein annan leist í ár. Heiðursmerkini blivu handað til “afterparty” í hølunum hjá Starvsmannafelagum dagin eftir. Hetta hildu vit vera stak hugnaligt, og børn, ung, venjarar, leiðarar og foreldur fingu ein hugnaligan seinnapart saman undir heilt øðrum umstøðum enn vanligt. Hetta ætla vit at endurtaka í ár, og hølini hjá Østrøm er bíløgd.

Í TF-Vetrarkappingini var eisini gjørt eitt sindur meira burturúr. Aftur í vetur hava vit havt átta umfør. Men í ár hava vit so eisini havt liðkapping. Hendan liðkappingin hevur verið sera væl umtókt. Regin Thomsen hevur staðið fyri dagføring av støðuni, og hevur lagt hana út á Facebook. Hetta hevur bara økt meira um áhugan, og lítið er at ivast í, at vit aftur eiga at skipa fyri liðkapping komandi vetur.

Flestu kappingar koyra sum tær hava koyrt. Onkrar koma afturat. Kerjarenning og Mannfólkarenning hjá Hvirluni eru komnar fyri at vera. Suðuroy 25K dettur burtur, men har hugsa tey um aðarar møguleikar. Tórshavn Marathon verður flutt til juni, og Frælsi hevur longu ætlanir um at fyriskipa ½maratonkapping millum Gásadals og Sandavág.

Annars er kappingarkalendarin á tremur. Hetta er sjálvandi at fegnast um. Gott nokk er fræslur ítróttur í stórum vøkstri, men um vit fara at lata okkara tiltøk kappast móti hvørjum øðrum, grava vit okkara egnu grøv. Tí er umráðandi, at tað er FíF, sum samskipar kalendaran. Sum sagt er tað bert positivt, at hetta er blivið eitt trupult putlispæl. Men FÍF  má vera við til at leggja tað.

 

Ein tann størsta hendingin hetta seinasta árið, var so avgjørt HM í ½ maraton. FÍF fekk í tveimum umførum heili 150 startnummur at selja víðari. Hetta var í november í 2012, og beinanvegin vóru øll seld. Harafturat hava aðrir føroyingar keypt startnummar á netinum og føroyingar bústaddir í Danmark hava eisini keypt gjøgnum síni donsku feløg. Alt í alt hava vit funnið 184 føroyskar rennarar á úrslitalistanum.

Hetta hevur fylt nógv allan vetur. Felagsvenjingarnar hava ongantíð fyrr havt so stóra undirtøku, og prátið hevur gingið. Á sjálvum kappingardegnum 29. Mars, skein sólin og bert eitt fleyr í luftini. Hetta gjørdist eitt gott og minniligt renniupplivilsi fyri allar føroyingarnar, sum sóust stórsmílandi allastaðni.

 

0 comment
0

Related Articles