Home FÍF Roysnið endurstovnað!

Roysnið endurstovnað!

by Hallur Holm

Roysnið, sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoy, varð stovnað í 1998. At Roysnið varð stovnað tá fekk stóra ávirkan á frælsa ítróttin í Føroyum. Tað skulu trý feløg innan ávísa ítróttargrein fyri at kunna stovna sersamband, so tá Roysnið varð stovnað í 1998, byrjaði arbeiðið at leggja lunnar undir FÍF, sum varð stovnað fýra ár seinni í 2002. Sølvi Reinert Hansen, sum var ein av stigtakarunum til at stovna Roysnið, gjørdist eisini fyrsti formaður í FÍF, har hann sat til 2006.

Seinnu árini hevur Roysnið tó mest bara verið eitt eiti. Flestu íðkarar úr Eysturoy hava runnið fyri Treysti, umframt at Treysti eisini hevur yvirtikið tað mesta av virkseminum hjá Roysninum. Kortini hava tað alla tíðina verið íðkarar, sum hava ynskt at umboða Roysnið.

Hendan og seinasta vetur hava menn og kvinnur kallað til regluligar rennitúrar sunnumorgnar. Í byrjanini gekk heldur striltið at menna bólkin, men so líðandi hevur kortini gingið rætta vegin. Hesir spírar hava seinastu tíðina fingið so frægt gróðrarfesti, at prátið fall á eina endurstovnan av felagnum, sum ikki hevur havt aðalfund í fleiri ár nú. Og hóskvøldið var so stóra løtan á bókasavninum, har einir 15 limir høvdu sett stevnu, og har varð spildurnýggja starvsnevndin vald.

Fyrsta nevndin í endustovnaða 'Roysnið'

Fyrsta nevndin í endustovnaða ‘Roysnið’

Nýggja nevndin í Roysninum. F.v. Marnar Pattinson, Búi Uni Jensen, Arnfinn Johannesen, Egil G. Olsen og Hallbjørg Danielsen.

Fríggjakvøldið var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg soleiðis. Nýggjur formaður verður Marnar Pattinson, Arnfinn Johannesen verður næstformaður, Hallbjørg Danielsen verður skrivari, meðan Búi Uni Jensen og Egil G. Olsen verða nevndarlimir. Eykalimir eru valdir Eirikur Joensen og Johan M. Jacobsen.

Væntast kann at Roysnið longu frá byrjan fer at hava fleiri stinnar rennarar. Og tankin um aftur at hava ein liðkapping innbygda í antin vetrarkappingina ella summar grand-prixið má aftur upp at venda. Í øllum førum gleða vit okkum at síggja teir grønu í feltinum, sum annars í alt ov stóran mun hevur verið blátt og gult. Aðalfundurin hóskvøldið avgjørdi nevnliga at nýggi felagsliturin skal vera grønur.

FÍF ynskir Roysninum blíðan byr og nevndini góða eydnu…. ja, vit ynskja allari Eysturoynni tillukku!


Marnar Pattinson er nýggjur formaður í Roysninum. Vit skulu skjótt venja okkum við at síggja Marnar í grønum. Ikki tí. Gula búnan hevur hann borið væl. Her kemur hann á mál sum nr. 2 í Vetrarkappingini Runt Agnið í november.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríđrikur 09.03.13 - 09:21

Hjartaliga tillukku viđ endurstovnani. Ynskja tykkum góđan byr í framtíđini.

Heilsan

Vegna
BRAGDIĐ

Fríđrikur

Jonhard Larsen 11.03.13 - 11:43

Sera hugaligt at hoyra at Roysnið er vorðið endurstovnað. Hjartaliga tillukku við tí.

Góða eydnu við felagnum framyvir, og vit síggja fram til gott samstarv.

Heilsan
jonhard
Treysti

Comments are closed.