Home FÍF Rúni Seloy og Birita Ryan flest innandura bólkamet

Rúni Seloy og Birita Ryan flest innandura bólkamet

by Hallur Holm

Vit hava nú lagt øll innandura bólkametini inn á heimasíðuna. Tað var ikki fyrr enn í 2007 og seinni, at vit í Føroyum regluliga byrjaðu at kappast innandura. Fyrst við einum lítlum ungdómslandsliði til Stórmót og nakrar fáar DMU-kappingar. Síðani er nógv hent. Hvirlan, Treysti og Bragdið fara á hvørjum ári til Stórmót við nógvum íðkarum, og eisini hevur verið vanligt, at nógvir føroyingar hava kappast til DMU.

runi og julian 800m
Rúni Seloy er føddur í 1994 og setir ikki fleiri bólkamet. Men við sínum 16 bólkametum er hann í øllum førum toppskorari fyribils.

Tað eru eisini yngru íðkararnir, sum eiga tey flestu metini. Toppskorari í innandurametum er Rúni Seloy, sum eigur 16 met – tey flestu á 400 og 800 metrum. Næstur honum kemur Tórur Mortensen við 13 metum. Umframt met í longdarlopi og trístøkki, eigur Tórur eisini met á bæði 60 m, 200 m og í rimarenning. Við sínum 19 árum, hevur hann framvegis møguleika at økja um metini.

Flest meg hjá gentunum hevur Birita Ryan. Birita er ein góður all-roundari og hevur met í longdarlopi, hæddarlopi, trístøkki, 60 m, 200 m og kúluvarpi. 13 í alt. Eftir hana kemur Rebekka Fuglø við 10 metum, sum eru vunnin á 400m, 800m og 1500m.

Birita Ryan longdarlop
Birita Ryan kann bæði leypa frameftir, uppeftir og renna spikaskjótt. Við 13 bólkametum er hon trý frammanfyri næstu gentuna á listanum, Rebekku Fuglø. 

Øll innandura bólkametini síggjast undir “met” á bjálkanum á forsíðuni. (rulla heilt niður)

Tað hevði frøtt okkum, um tit tíma at kanna um tykkara úrslit eru røtt, ella um okkurt er gloymt. Sigið endiliga frá, um tit finna feilir, ella um okkurt manglar. Vit rætta fegin!

At enda skulu vit takka Regini Reinert fyri at halda metini dagførd.

 

0 comment
0

Related Articles