Runt Agnið leygardagin

Skrivað hevur

Leygarmorgunin kl. 11.00 verður ein av elstu kappingum í Føroyum,Runt Agnið, runnin, og er hetta samstundis byrjunnarskotið til Betri Vetrarkappingina 2017-18. Roysnið, sum skipar fyri kappingini boðar frá, at stórt sæð alt er sum tað plagar at vera. Í Roysninum undirstrika tey, at øll eru hjartaliga vælkomina at luttaka. Eisini um man ikki ætlar at renna í Vetrarkappingini annars, og eisini um man ikki er limur í einum felagi.

– Møtt verður í Tofta Skúla, har bringutøl kunnu heintast og tilmeldingar gerast frá kl. 10.00-10.45.

– Umklæðing og brúsur eru í Tofta Skúla.

– Eftir renningina verður heiðursmerkjahandan og ein góður kaffimuður við onkrum afturvið.

– Tilmelding á staðnum frá kl. 10.00 men helst on-line her – (gjalding bert við visadankorti)

– Kostnaður 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn

Tað verður kappast í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2001)

-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1963-1972)

-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1953-1962 )

-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr)  (Talan verður um eitt royndár fyri hendan aldursbólkin)

-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2001)

-Gentur / Dreingir (f. 2002-2006)

Tey vaksnu og unglingar renna góðar 10 km (runt Agnið) og børnini renna 5 km.

Gevið gætur – nýtt!
Sum nakað nýtt fara gentur og dreingir at byrja 20 minuttir eftir at startskotið er latið av. Tey eru ofta fá, og tá tey spjaðast, renna tey ofta sera einsamøll. Nú byrja tey, tá fleiri av teimum vaksnu eru nær við startin hjá børnunum, og tí kunnu tey nú royna seg móti teimum vaksnu, heldur enn at renna í einsemi. Fyriskipanarliga verður hetta eisini ein fyrimunur.

Nýtt er eisini, at nýggjur veteranbólkur er við. Hetta er eitt royndarár við sonevndum ultraveteranum, sum eru yvir 65 ár. Vónandi verða fleiri úr eldra partinum við her.

Roysnið og FÍF vóna at síggja so mong sum gjørligt á Toftum leygardagin. Hann lovar gott veður, tað verður so stak hugnaligt.

Síggjast á Toftum!

startnummar
Nýggju bringutølini, sum Gutti hegnisliga hevur tilevnað, eru klár til veturin

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>