Home FÍF Runt Agnið verður leygardagin!

Runt Agnið verður leygardagin!

by Hallur Holm

Leygardagin 17. november byrjar Vetrarkappingin aftur, tá siðbundna renningin “Runt Agnið” verður skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla. Sum nevnt er hetta fyrsta umfar av Vetrarkappingini 2012/13, og í FÍF vóna vit, at vit aftur í ár møta fjølment til kappingarnar, sum hendan veturin verða tvær fleiri í tali. Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fýra av teimum sjey umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til.

Vit eru øll blivin eitt ár eldri enn seinasta vetur, og nýggja bólkabýtið sær nú soleiðis út:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 1996)
  • Kvinnur og menn veteranar (f. 1958 – 1967)
  • Menn superveteranar (f. – 1957)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1992 – 1996)
  • Gentur og dreingir (f. 1997 – 2001)

Allir bólkar uttan gentur og dreingir renna Runt Agnið, sum er 10,3 km. Frá Tofta Skúla og út eftir. Runnið verður niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið er á Tofta kei. Genturnar og dreingirnir renna 5 kilometrar. Tey byrja yviri á Mýrunum, nær við vegin oman til Toftavatn og halda somu leið á mál á Tofta kei. Øll byrja samstundis at renna – kl. 11.00.


Beint eftir startin í 2011, har talan gjørdist um metluttøku Runt Agnið við 80 rennnarum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni her innan kl. 22.00 fríggjakvøldið ella í seinasta lagi ein hálvan tíma undan startinum. Startnummur skulu avheintast og gjaldast við Tofta Skúla frá umleið 10.00.  Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. Gentur og dreingir gjalda 20 kr.

Hóast okkara nýggja tilmeldingarskipan ikki enn klárar at vísa longu framdar tilmeldingar, er tað best hjá fyrireikarunum, at tey flestu melda til on-line. Vit arbeiða við at fáa hetta í rættlag.

Vit brúka skiftirúmini í Tofta Skúla, og sleppa eisini í bað har aftaná.

Eftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan. Øll fáa kaffi og køku, men bert trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Tað er Nes Kommuna, sum stuðlar við heiðursmerkjum. Lesið annars meira um Vetrarkappingina í aðrari grein á síðuni.

Síggjast á Toftum 🙂

0 comment
0

Related Articles