Home FÍF Rutan til FM í hálvum maraton mátað til seinasta millimetur

Rutan til FM í hálvum maraton mátað til seinasta millimetur

by Hallur Holm

Nógvir rennarar hava møtt fólki, sum spyrja hvussu skjótt tú hevur runnið handan ella hin teinin. Og mangan hevur tú fingið eina yvirlegna kalda øksl og eina frágreiðing um ein skjótan 5 km uppá 10 minuttir ella ein 10 kilometur uppá 25 minuttir. Hetta er jú lygn, so tað stendur eftir, men ikki er vist, at tað er tilvitað. Onkur hevur mátað onkran tein í bili, og kanska brúkt eggjakókaran ella stórapinn á køksklokkuni sum stoppur. Hvat veit eg.

Tær kappingar, sum FÍF og feløgini í Føroyum skipa fyri, eru allar rættiliga neyvt mátaðar við mátihjóli, sum eisini løgreglan brúkar. Harafturat verða tær eftirhugdar við gps-urum. Men hetta er tó ikki nóg mikið til at endaligu úrslitini kunnu verða altjóða góðkend. Til tað krevst ein heilt serlig uppmáting. Higartil er tað bert Tórshavn Maraton-rutan, sum hevur altjóða góðkenning.

FÍF sendi í fjør Heðin Johannesen úr Treysti á rutu-uppmátaraskeið í Århus. Hetta var skeið sum Dansk Atletikforbund skipaði fyri. Hetta fyri at vit í Føroyum sjálvir kunnu máta okkara týdningarmestu rutur. Treysti skipar í mei fyri FM í hálvum maraton, og har leggja tey nógva orku í fyrireikingarnar. M.a. hava tey syrgt fyri at rutan fær altjóða góðkenning.

Á heimasíðuni hjá Treysti er ein sera áhugaverd grein um hvussu nógv skal gerast burturúr fyri at fáa hesa góðkenningina.

Sum sagt er tað Heðin Johannesen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Heðin kom sum ein brølandi leyva inn í rennifamiljuna fyri nøkrum árum síðani. Hann gjørdist skjótt okkara stinnasti superveteranur, og seinasta renniavrik hansara var at vinna allar kappingarnar í summar-Grand Prix í 2009. Tíverri bleiv hann skaddur seinni í 2009 og hevur ikki runnið nakað av týdningi síðani. Men hann hevur tó ikki fjalt seg burtur hesa tíðina. Tvørtur ímótir hevur hann hildið seg til hjá Treysti bæði við uppvenjing og hjálpt til við kappingum. Eisini hava vit sæð hann á súkklu bæði í Kallsoyarrenningini og til Vilt í Suðuroy.  Av tí at Heðin eisini er arkitektur, var tað nærliggjandi at júst hann bleiv okkara føroyski rutumátari.

Lesið her, hvussu nærlagdur Heðin (og Gutti) eru í sínum arbeiði á hesi leinkjuni.


Heðin Johannesen mátar til seinasta millimetur.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Kølle 09.04.12 - 21:33

Meget interessant artikel og spændende rute opmaaling.
Nu skulle vi løbere saa vel bare løbe ruten 4 gange for at kalibrere Garmin uret 😉

Fríðrikur 12.04.12 - 15:48

Spennandi.

Comments are closed.