Home FÍF Sam føroyameistari í cross – nú við myndum!

Sam føroyameistari í cross – nú við myndum!

by Guttorm Sørensen

Í dag var ein søguligur dagur. Tí í dag varð FM í cross-renning fyri fyrstu ferð runnið í høvuðsstaðnum. Hetta við vón um at fleiri rennarar enn vanligt møttu upp. Hetta eydnaðist tó bert partvíst. Víst var metluttøka í ár, men einki dulsmál er, at málið var at røkka minst 30 luttakarum. Uppgávan verður tí at vísa fólki á tað stuttliga, spennandi og øðrvísi, sum ein cross-renning er, so at vit næsta ár verða væl fleiri.


Luttakararnir klárir til start…

Tað regnaði av grimd í morgun, meðan cross-breytin í Hoydølum varð riggað til, og váta lendið sá út til at gerast enn ein strævin avbjóðing hjá rennarunum. Tí umframt bleyta og váta undirstøðið, vóru eisini tungu og drúgvu brekkurnar í viðarlundini, sum skuldu basast. Ikki bara einaferð, men heilar seks ferðir hjá teimum vaksnu, tríggjar ferðir hjá unglingum og 2 ferðir hjá børnum.


…og leiðin verður løgd niðan millum trøðini

Nakað undan startinum tornaði, og veðrið var bara heilt gott, meðan renningin fór fram. 23 rennarar løgdu til brots, og tað sást skjótt, at unglingurin Marnar Djurhuus ætlaði sær sigurin í sínum bólki. Hann og hin unglingurin í dag, Rúni Seloy, lógu klárt fremstir eftir fyrsta umfarið, men so dróg Marnar frá. Og tað gjørdi hann allan vegin, til hann kom á mál ein minutt framman fyri Rúna, sum nú fylgdist við fremstu monnunum. Teir vóru nú komnir hálva leið, og høvdu trý umfør eftir. Sam Vang og Guttorm Sørensen togaðust í oddinum, men komnir út á fjórða umfar, dróg Sam frá. Talan gjørdist ongantíð um tann stóra munin, men Sam helt fast, og kom á mál sum føroyameistari 10 sekund framman fyri Guttorm. Jonhard Larsen fylgdi heilt væl við 2-3 tey fyrstu umførini, men tók tá at dragna. Hann gjørdist nr. 3, hálvan annan minutt aftanfyri. Bert ein kvinna rann í dag, og var tað Rebekka Fuglø, sum sostatt gjørdist føroyameistari.


John Egholm vann veteranbólkin

Fremstur av veteranunum bleiv John Egholm, sum rann eina góða kapping í dag. Í samlaðu kappingini bleiv hann nr. 4. Kári Simonsen bleiv nr. 2 og Bent Jakobsen nr. 3. Heðin Johannesen, sum í dag kappaðist fyri fyrstu ferð í langa tíð eftir drúgvan skaða, vann bólkin hjá superveteranunum frammanfyri Gunnar Simonsen.


Eirikkur Joensen, frammanfyri Heðin Jóhannessen, sum vann superveteran bólkin

Elsa Berg bleiv føroyameistari hjá kvinnuunglingunum. Henni á baki komu Dagmar Johannesen og Anita Gregersen. Karin Holm Simonsen bleiv føroyameistari hjá gentunum og Rógvi Johansen hjá dreingjunum. Her bleiv Gunnar Sivertsen nr. 2.


Bragdagenturnar Elsa Berg, Dagmar Johannesen, Karin H. Simonsen og Hildur Poulsen

Flest øll vóru samd um, at hóast tað var hart at renna í dag, so var hetta spennandi stuttligt og øðrvísi. Økið, vegurlagið og umstøðurnar annars í Hoydølum er sera væl egnað til hetta endamálið, so hesin táttur verður sannlíkt tikin uppaftur næsta ár. Vónandi verða fleiri tá, sum fáa eitt gott renniupplivilsi.


Fremstir í opna bólkinum Guttorm Sørensen (2), Sam Vang (1) og Jonhard Larsen (3)

Úrslitini finnast í .pdf á leinkjuni her: FM Cross 2011

Slóð til myndir kemur seinni

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 13.02.11 - 12:00

Lá eftir:

Silvurheiðursmerkið hjá Kára Simonsen

Eitt par av sørtum Adidas rennihandskum stødd M

Eg havi tlf.nr. 228 338

Comments are closed.