Home FÍF Sam og Bjørk vunnu á Vestanstevnu

Sam og Bjørk vunnu á Vestanstevnu

by Guttorm Sørensen

Í sambandi við Vestanstevnuna í Sørvági, skipaði Frælsi fríggjakvøldið 9. juli kl. 18.00 fyri 6. umfari í Grand Prix fyri vaksin, og harumframt var eisini barnarenning á skránni. Rutan hjá teimum vaksnu gekk frá kirkjuni í Sørvági og til Býggjar at venda og aftur. Ein teinur uppá 7,5 kilometrar, við onkrari brekku á leiðini.


Frá startinum uttanfyri kirkjuna í Sørvági

Líkindini at renna vóru góð. Talan var bert um eitt lítið lot og sirm í byrjanini. Sam Vang og Bjørk Herup Olsen vóru favorittar at vinna og tey gjørdu sína skyldu. Sam vann við tíðini 26.59 min. Nummar tvey gjørdist eitt sindur íovæntað Borgar Biskopstø við tíðini 27.13 min. frammanfyri Hallur Holm á triðjaplássi við tíðini 27.29 min. Ungi Meinar Ortind, sum hevur gjørt stór framstig í ár, bleiv nummar fýra við tíðini 27.45 min.

  
Fremstu mennirnir: Sam Vang, Borgar Biskopstø og Hallur Holm

Hjá kvinnunum gjørdist Bjørk enn einaferð tryggur vinnari. Tíðin hjá henni fyri teir 7,5 kilometrarnar bleiv 28.43 min. Nummar tvey gjørdist eitt sindur óvæntað Ella Áarstein við tíðini 34.55 min. frammanfyri Rebekku Fuglø við tíðini 35.58 min.

  
Fremstu kvinnurnar: Bjørk Herup Olsen, Ella Áarstein og Rebekka Fuglø

Borgar gjørdist eisini vinnari fyri veteranar frammanfyri Henry Olsen við 28.54 min. og Heina Gregersen við 31.34 min.

 
Næstfremstu veteranar: Henry Olsen og Heini Gregersen

Hjá superveteranunum var sama úrslit sum seinast. Jens R. Weihe vann við 31.14 min. frammanfyri Gunnar Simonsen við 32.49 min. og Jóannes Ortind við 35.33 min.

  
Fremstu superveteranar: Jens R. Weihe, Gunnar Simonsen og Jóannes Ortind

Hjá veterankvinnum gjørdist Ella Áarstein vinnari frammanfyri Susan Jacobsen og Karin K. Petersen

 
Næstfremstu kvinnuveteranar: Susan Jacobsen og Karin K. Petersen

Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit Vestanstevna 2010

Samlaða støðan í Grand Prix eftir 6. umfør er at finna í pdf. her: Grand Prix vaksin eftir 6 umfor 2010

Myndir sum Guttorm Sørensen hevur tikið eru at finna her: www.picasaweb.com/treysti

Í samlaðu Grand Prix kappingini eru fleiri bólkar longu avgjørdir. Sam Vang verður vinnari hjá monnum, hann hevur í løtuni 194 stig. Hallur Holm sær út til at hava tryggja sær annaðpláss og hevur nú 172 stig. Kappingin um triðjapláss er millum Eirik Hansen við 150 stigum og Borgar Biskopstø við 139 stigum. Harafturímóti hevur Borgar longu nú tryggja sær sigurin hjá veteranum við fullum stigatali, nevnliga 200 stigum. Nummar tvey og trý eru ávikavist Herluf Jakobsen og Jan Arge Jacobsen við 127 og 95 stigum. Jan hevur í løtuni luttikið í fýra kappingum. Hjá superveteranunum hevur Jens R. Weihe tryggja sær sigurin, meðan kappingin um annað- og triðjapláss stendur millum Gunnar Simonsen og Jóannes Ortind.

Hjá kvinnunum er Rebekka Fuglø í løtuni á odda við 172 stigum fyri fimm kappingar, meðan Bjørk Herup Olsen er nummar tvey við 160 stigum fyri fýra kappingar. Á triðjaplássið liggur Ella Áarstein við 150 stigum. Ella hevur eins og Borgar longu nú tryggja sær sigurin hjá kvinnuveteranum.

Sjeynda og seinasta umfar í Grand Prix verður týskvøldið 27. juli á Ólavsøku í Havn, har Bragdið skipar fyri.

 

 

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Herluf Jakobsen 11.07.10 - 22:54

Skal bara takka fyriskiparum av øllum Grand Prix kappingunum. Tit eru ófør. Og ikki at gloyma tit í leggja út á heimasíðuna. Tit eiga øll stórt rós uppiborið.

Vinarliga Herluf Jakobsen

Comments are closed.