Home FÍF Sam og Bjørk vunnu FM í Cross

Sam og Bjørk vunnu FM í Cross

by Guttorm Sørensen

Í morgun bleiv FM í cross renning 2010 avgreitt á sonevnda “Stovugólvinum” omanfyri og norðanfyri Svangaskarð. Líkindini at renna cross vóru rættiliga góð, hóast tað var eitt sindur av høgættarvindi og eitt sindur kalt. 16 rennarar vóru til start. Rutan er ein rundteinur á umleið 700 metrar, sum skal rennast fleiri ferðir. Gentur og dreingir renna 2 umfør, unglingar renna 5 umfør, meðan tey vaksnu renna 10 umfør.


Vinnarar hjá monnum f.v.
Guttorm Sørensen, Sam Vang og Hallur Holm

Hjá monnunum var lagt upp til dyst millum Guttorm Sørensen, Sam Vang og afturvenda Hallur Holm. Sam vann seinasta vikuskifti í Streymnesi, meðan Guttorm bleiv nummar trý. Hallur luttók aftur í kapping fyri fyrstu ferð síðani síðsta summar.

Sam og Gutti løgdu seg á odda og fylgdust frá byrjan við Halluri tætt í hølunum. Henda støða helt sær til sætta umfar, men tá var Hallur dragnaður eitt sindur. Tá teir fóru út á sjeynda umfar setti Sam ferðina upp og slapp leysur frá Guttormi, sum ikki megnaði at svara aftur. Tann støðan helt á mál og kundi Sam Vang á fyrsta sinni renna á um málstrikuna sum føroyameistari í cross. Guttorm bleiv nummar tvey og Hallur nummar trý. Gott at síggja Hallur, sum hevur drigist við skaða, luttaka í kapping aftur.

Bjørk var einsamøll kvinna, men hon rann sera, sera væl. Hjá veteranunum var tað Borgar Biskopstø, sum gjørdist føroyameistari frammanfyri Flemming Petersen og Poul Poulsen.

Hjá mansunglingunum varð spennandi at fylgja tvídystinum millum føðingardagsbarnið Rúna Seloy og Marnar Djurhuus, sum veruliga hevur gjørt vart við seg í seinastuni. Teir fylgdust eisini fýra og eitt hálvt umfar, men tá var Marnar óskettin og gleið, so Rúni fekk eitt hol, so tað bleiv ongin spurtuppgerð teirra millum á hesum sinni. Rúni gjørdist sostatt føroyameistari hjá unglingunum frammanfyri Marnar og Hans Jacobsen.

Hjá gentunum vóru Elsa Berg og Hildur Poulsen til start. Hildur var so óheppin at hon keikti fótin og tíverri mátti gevast. Elsa rann tey bæði umførini uppá 7.11 minuttir og bleiv føroyameistari.  

Øll úrslitini eru at finna í .pdf  á leinkjuni her niðanfyri: 

FM Cross 2010

0 comment
0

Related Articles