Home FÍF Sam skjótastur runt Vágsvatn á Jóansøku

Sam skjótastur runt Vágsvatn á Jóansøku

by Guttorm Sørensen

Leygardagin skipaði FÍF fyri 4. umfari í Grand Prix fyri vaksin í smb. við Jóansøkuna í Vági. Runnið bleiv runt Vágsvatn, sum er ein sera vøkur og fløt ruta. Rennast skuldu 5 umfør ella íalt umleið 6 kilomtetrar. Líkindini at renna vóru nøkunlunda. Tað var fitt av vindi meðan runnið bleiv, og tað darvaði rennarunum í at koma á mál við teimum góðu tíðunum. Startur og mál vóru tætt við Ítróttarhøllina, og runnið bleiv so framvið vatninum/vegnum móti Vági og so til høgru við endan á vatninum og aftur til startin framvið vatninum eftir gøtuni hinumegin.

Luttøkan var tíverri nakað lakari enn hevur verið undanfarnu umførini. Bert 20 vaksin vóru við og í barnarenningini vóru 15 luttakarar.

Beint eftir kl. 13.00 bleiv renningin sett í gongd. Tað var skjótt at Sam Vang, Hallur Holm, Eirikur Hansen og Borgar Biskopstø løgdu seg á odda. Síðani kom eitt lítið felt við Súna Jacobsen, Meinar Ortind og Jóhan M. Jacobsen. Nakað aftari vóru tað so Hjalti Gunnarstein, Jógvan Glerfoss, Brian Smedemark, Trygvi Hansen og Arnfinnur Johannesen í fylgdust. Hjá kvinnunum vóru tað Rebekka Fuglø og Tórvør Vang íð kappaðust. Bjørk Herup Olsen var stødd uttanlanda í renniørindum fyri sítt danska felag.

Í oddinum skiftust teir fýra um at liggja á odda og løgu teir javnir, tá teir fóru út á fjórða umfar. Tá teir høvdu runnið framvið vegnum og snaraðu til høgru, rann Sam seg frá hinum, meðan Hallur royndi at fylgja við, men Sam fekk tá tað avgerandi gloppið aftur til Hallur, sum eisini fekk eitt avgerandi glopp aftur til Eirik og Borgar. Tá teir fóru út á seinasta umfar, tyktist tað avgjørt um fyrsta og annaðpláss, meðan Eirikur og Borgar framvegis vóru nokkso javnir í kappingini um truðjapláss.

Endin varð at Sam vann við 21.17 min. frammanfyri Hallur við 21.27 min. Uppgerðina um triðjapláss vann Eirikur við 21.37 min. 2 sekund frammanfyri Borgar við 21.39 min. Borgar vann hjá veteranunum frammanfyri Hjalta og Jan Arge. Hjá superveteranum vann Jóannes Ortind. Tvídystin hjá kvinnunum vann Rebekka frammanfyri Tórvør.

Á málinum vóru linjuverjarnir Andreas Josephsen og Jan Gardar úr Klaksvík, og lat tað verða sagt, at tað uppgávuna loystu teir til fulnar. Verri eru við teirra kollegum, sum royna seg í HM í Suðurafrika.

Øll úrslitini frá renningini á Jóansøku eru at finna í .pdf her: Urslit 4.GP í Vági og barnarenning

Myndir, sum Guttorm Sørensen og Andreas Josephsen tóku, eru at finna her: Myndir 4. Grand Prix

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Brian Smedemark 28.06.10 - 07:39

Hey tit, hatta var enn eitt frálíkt fyriskipað event, og so bleiv tað bara betri við beinraknu viðmerkingina um linjuverjarnar, ið bestemt vóru betri enn teir í SA! 🙂

Comments are closed.