Home FÍF Samlaða støðan í Grand Prix eftir 3 umfør

Samlaða støðan í Grand Prix eftir 3 umfør

by Guttorm Sørensen

Her er samlaða støðan í Grand Prix eftir 3 tey fyrstu umførini. Hjá monnunum er tað Andrias Hansen í liggur á odda frammanfyri Sam Vang og Jan Elmar Sørensen. Andrias og Sam hava vunnið undanfarnu umfør, og verður tað helst teir báðir í fara at kappast um fyrsta plássið. Kappingin um triðja plássið sær út til at blíva ein spennandi dystur millum Jan Elmar, Hallur, Eirik, Borgar og Henry.

Hjá kvinnunum er tað Bjørk Herup Olsen íð liggur á odda við fullum stigatali frammanfyri Rebekku Fuglø og Susan Jacobsen. Mest sannlíkt er at Bjørk verður vinnari og at Rebekka verður nummar tvey. Birna Abrahamsen hevur luttikið í tveimum umførum og er blivin nummar trý í báðum, og tí kundi tað títt uppá, at hon strýkur avstað við samlaða triðjaplássinum.

Hjá veteranunum er tað óvæntað Theodor Askham Olsen sum liggur á odda, frammanfyri Borgar Biskopstø og Josvein Herup Olsen. Men nevnast skal at Theodor hevur luttikið í trimum kappingum, meðan Borgar og Josvein hava luttikið í tveimum. Borgar er favorittur til samlaða sigurin, meðan tað kann blíva spennandi um tey næstu plássini.

Hjá superveteranunum er tað Heðin Jóhannessen í liggur klárt á odda frammanfyri Jens Weihe og Steindor Hjaltalin. Tað verða allarhelst sama raðfylgja tá samlaða støðan verður gjørd upp.

Samlaða støðan er at finna HER

0 comment
0

Related Articles