Samskipari til FÍF

Skrivað hevur


Sersambandið fyri Frælsan Ítrótt í Føroyum, FÍF, søkir samskipara at stuðla starvsnevndini at røkka sínum endamálið. Starvið er nýtt, og tann, ið settur verður, fer saman við starvsnevndini at skipa starvið. Talan er um eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv. Tað er ein fyrimunur um ein hevur áhuga fyri og innlit í frælsan ítrótt.

Starvið:
Starvið fevnir m.a. um fylgjandi uppgávur:
• Samskipa arbeiðið hjá starvsnevndini
• Vera skrivari á fundum hjá starvsnevndini
• At avgreiða mál frá starvsnevndarfundum, í samráði við starvsnevndina
• Skipa samskifti hjá FÍF, eitt nú leggja til rættis og fremja eina samskiftisstrategi, virka fyri
nærveru á bæði teimum sosialu og siðvandu miðlunum
• Hava samband við feløgini í FíF

Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur
• Viðkomandi útbúgving ella samsvarandi starvsroyndir
• Holla og breiða vitan um samskifti sum heild, samskipan og fyrisiting
• Góðar kt-førleikar
• Málførleikar at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum

Harumframt vænta vit, at tú hevur hesar persónligu eginleikarnar:
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi
• Tú hevur góð samstarvsevnir

Starvið er eitt parttíðarstarv og lønt sambært avtalu. Væntast kann nakað av arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð eitt nú til starvsnevndarfundir. Starvsstaður verður í skrivstovuhølunum hjá ÍSF. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsókn við CV og avriti av prógvum við meira skulu sendast til soelvi@athletics.fo í seinasti lagi mánadagin 9. november 2020 kl. 12.00.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sølva Reinert Hansen, formann í FÍF, á tlf. 22 12 26 ella soelvi@athletics.fo

FÍF er sersamband fyri frælsan ítrótt í Føroyum undir Ítróttarsambandi Føroya. Tað hevur 6 limafeløg: Bragdið, Frælsi, Hvirlan, Hvistan, Roysnið og Treysti.
www.fif.fo

Comments are closed.