Home FÍF Scandi Camp – norðurlendsk ungdóms-venjingarlega

Scandi Camp – norðurlendsk ungdóms-venjingarlega

by Hallur Holm

Aftur í ár verður felags norðurlendska ungdómsvenjingarlegan – Scandi Camp – fyriskipað.  Hetta er ein venjingarlega fyri øll ung frá 18-25 ár í Norðurlondum.

Tað eru ungdómsráðini í frælsu ítróttarsambondunum í Norðurlondum, sum fyriskipa venjingarleguna, sum hesuferð verður hildin í Sæby í Norðurjútlandi í døgunum 5. – 8. juli. Hetta eru dagarnir beint eftir VU-spålen, har talentbólkurin hjá FÍF verður við.

Fyri tveimum árum síðani vóru Jóan Karl Joensen, Jan Elmar Sørensen og Bjørk Herup Olsen við til Scandi Camp, sum tá var í Stenungsund í Gøteborg. Tey lótu øll sera sera væl at leguni, har tey knýttu nógv nýggj vinarbond.

Jan Elmar, Jóan Karl og Bjørk ávegis til Svøríkis
Jan Elmar, Jóan Karl og Bjørk áðrenn Scandi Camp 2008

Øll eru vælkomin at melda til leguna. Aldursmarkið 18 ár er ikki so knívsskorið. Ert tú 16-17 ár, kanst tú eisini melda til. Her verður møguligt at venja saman við norðurlendskum kappingarneytum og við nøkrum av teimum bestu venjarunum í Norðurlondum.

Avgjørt er á nevndarfundi hjá FÍF, at um feløgini innstilla limir sínar til venjingarleguna, fer FÍF at bera kostnaðin av sjálvari leguni, sum er kr. 1.700, um meldað verður til innan 1. juni, og kr. 2.000,- um meldað verður til seinni. Seinasta freist at melda til er 8. juni.

Hevur hetta tín áhuga, skalt tú fáa títt felag at innstilla teg. Vinarliga lesið meira um Scandi Camp á hjáfestu pjesu, sum kann heintast á leinkjini her: ScandiCamp 2010.

0 comment
0

Related Articles