Home FÍF Seinastu fetini í Vetrarkappingini rennast leygardagin.

Seinastu fetini í Vetrarkappingini rennast leygardagin.

by Hallur Holm

Leygardagin verður 5. og avgerandi umfar av Vetrarkappingini 2009/10 runnið inni í Runavíkini. Tað eru Roysnið og Treysti, sum saman við FÍF skipa fyri kappingini. Vaksin, veteranar og unglingar renna øll 10 km, meðan gentur og dreingir renna 5 km. Runnið verður á tiltiknu skjótu rutuni inni í Runavík, har knøpp 10 umfør skulu afturumleggjast.

Hóast mangan sera ivasom veðurlíkindi í vetur, hevur kappingin higartil hepnast sera væl og undirtøkan hevur eisini verið størri enn vónað frammanundan. Luttakast skal í trimum kappingum fyri at gjøgnumføra samlaðu kappingina. Nú eitt umfar er eftir, eru framvegis 53 luttakarar, sum hava møguleikan til tað!

Í samlaðu støðunum eru nakrar kappingar longu avgjørdar frammanundan. T.d. hevur Bjørk Herup Olsen longu tryggjað sær samlaða sigurin hjá bæði kvinnum og kvinnuunglingum. Hon hevur eins og Meinar Ortind hjá mansunglingunum fult stigatal. Eisini veterankvinnan Ella Áarstein og superveteranurin Jens Weihe hava fult stigatal, og harvið longu frammanundan tryggjað sær sigurin í samlaðu kappingini. Veterankappingin hjá monnum hevur verið eitt sindur meira spennandi, men eisini her hevur Henry Olsen vunnið áðrenn seinasta  umfar. Hinvegin hava allar hesar kappingarnar spennandi støður í kappingini um steypini fyri 2. og 3. plássið

Í kappingini hjá gentunum er spenningurin intaktur. Dagmar Johannesen vann bæði tey fyrstu umførini, meðan Elsa Berg tók sær av teimum báðum næstu. Tískil verður tann fremra av hesum leygardagin samlaði vinnarin. Eisini hjá dreingjunum skuldu vit hava tvær spennandi avgerðir. Rúni Seloy og Marnar Djurhuus skuldu kempa um 1. plássið, men Rúni er farin á venjingarlegu sunnanfyri. Kappingin um 3. plássið millum Regin Joensen og Hans Jacobsen verður heldur ikki av nøkrum, nú Hans vegna fall í kava nú hoppar runt á høkjum.

Størsti spenningurin er í manskappingini. Her eru tað teir báðir Sam Vang og Guttorm Sørensen, sum hava møguleika at vinna. Her kann Guttorm avgera alt sjálvur við at gerast nr. 1. ella 2. Hinvegin skal Sam vinna og samstundis fáa í minsta lagi ein rennara ímillum hann og Gutta. Eirikur Hansen kann eisini við einum góðum úrsliti gerast nr. 2.

Øll byrja samstundis kl. 11.00 stundisliga. Startnr verða latin frá kl. 10.00 við Sjómansheimið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og trý í øllum bólkum eins og steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í samlaðu støðuni í øllum bólkum.

Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og unglingar og kr. 20 fyri gentur og dreingir.

0 comment
0

Related Articles