Home FÍF Sera nógv virksemi hetta vikuskiftið

Sera nógv virksemi hetta vikuskiftið

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið verður eitt av teimum heilt drúgvu fyri frælsan ítrótt. Longu í kvøld skal Marnar Djurhuus kappast um NM á 10.000 metrum. Hetta verður á Bislett Stadion í Oslo. Í morgin skipar Treysti, eins og í fjør, fyri stórari skúlastafett á fótbóltsvøllinum í Djúpumýri, har stórt sæð allir fólkaskúlanæmingar í Norðoyggjum luttaka.

Kappingin hjá Marnar verður stroymað, og áhugað kunnu fylgja við á hesi slóðini: http://www.kondis.no/foelg-norges-beste-direkte-paa-nett-fra-norway-grand-prix-torsdag.5496488-127676.html

Leygardagin eru aftur tvey stór tiltøk á skránni. Grand Prix kappingin, sum feløgini saman við FÍF skipa fyri byrjar leygardagin klokkan 12. Yvir 100 børn, ung og vaksin fara at dystast á Tórsbreyt í bæði spurti, miðteinum, longdarlopi, trístøkki, hæddarlopi, klingrukasti og bóltkasti. Og klokkan 16.00 byrjar stóra tiltakið hjá Bragdinum, SMS-boðrenningin, sum er ein firmastafett. Startlistar og tíðarætlan til Grand Prix-kappingina verða at finna á fif.fo seinni.

Sunnudagin skipar Hvirlan fyri árliga afturvendandi tiltakinum Stuttleikir, har øll børn kunnu koma at royna, hvat frælsur ítróttur er. Mánadagin hevur Hvirlan eina lítla spurtkapping, har bara 100 m verður á skránni. Les meira um Stuttleikir á hesi slóðini: http://www.hvirlan.fo/stuttleikir-sunnudagin-25-mai-a-fraelsavollunum-torsbreyt-kl-14-00/

Alt meðan Pól Sundskarð er farin til Bornholm, har hann leygardagin klokkan 11.00 danska tíð skal vera við í DM í 24 tíma renning. Hetta er triðja 24-tímarenning hjá Póli. Sum skilst ætlar hann at renna longur enn fyrr, og so skal hann í øllum førum renna 182 km! Meira um tað á hesi slóðini: http://www.tejnif-lob.dk/6-24-48-timers-lob


Pól takkar fyri og greiðir frá á móttøku eftir ultrarenning – nú skal hann aftur í sving.

Vit fara at ynskja øllum íðkarum og fyriskiparum góða eydnu!

 

0 comment
0

Related Articles