Leygar- og sunnudagin skipaði FÍF fyri skeið fyri Motiónsrennivenjarar. Skeiðið bleiv hildið í ÍSF-húsinum í Havn, og vóru 22 luttakarar við. Venjarar úr øllum seks feløgunum vóru við, og tað eru vit í FÍF sera væl nøgd við.
Skeiðshaldari var David Møller frá Dansk Atletikforbund. Hann arbeiðir í løtuni hjá DAF, har hann serliga tekur sær av “MotionDANMARK”, sum bleiv stovnsett í 2011 við tí endamáli, at geva danskarum tað bestu vitan og íblástur til venjing og motión, og inn í feløgini fyri frælsan ítrótt.
Báðar dagarnar vóru partar av skeiðnum, hóast veðrið, avgreiddir uttandura, og bleiv runnið á Tórsbreyt, á Ovara Vølli og í Plantasjuni. Flestu av venjingunum vóru so soleiðis skipaðar, at tær vóru socialar, at øll óansæð evnir og venjingarstøðu kundu luttaka, og tað sum er sera týdningarmikið og ein rættiliga stórur partur av tí heila: AT HAVA TAÐ STUTTLIGT .
Evnini á skeiðnum vóru:
– Renniteknikkur (innandura) verkligt. Hvussu fært tú so góðan teknikk sum gjørligt?
– Renning og styrkivenjing
– Skaðar og skaðafyribyrging
– Venjaraleikluturin
– Intensiv venjing. Undir venjingini bleiv greitt frá venjingarprinsippum.
– Rennitypur og motivatión (hvussu kann rennifelagið gerast enn betri?)
– Aerob venjing (uttandura) verkligt.
– At leggja venjingarætlan. Hvussu arbeiða vit, og nær gera vit hvat?
Skeiðluttakararnir vóru allir sera væl nøgdir og fóru heimaftur til feløg og íðkarar við nógvum nýggjum íblástri. Vónandi gevur skeiðið øllum venjarunum góð og betri amboð í venjaraarbeiðstaskuna.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá skeiðnum:
David Møller kom sera væl frá uppgávuni sum skeiðhaldari
Hvirlan (Birna) og Bragdið (Ann) samstarva
Christian við Astrid á bakinum
David liggur á gólvinum og vísir hvussu gerast skal
David er í góðum fysiskum formi og lá sera væl fyri hjá honum at vísa ymisk øvilsir
Niels Jákup og Henrik heilast í einum av øvilsunum
Her skulu tey sláa hvønn annan á fingrarnar
Tað var ikki bert hjá Susan, at tað bleiv hart at gera búkøvilsir
Planki við makkara, sum heldur báðum beinum uppi og so sleppur øðrum
Jan Elmar og Arnfinn kom væl útav tí við øvilsunum
Vænti nógv kenna seg aftur í hesum !
Herluf og Anna Maria vóru væl nøgd
David greiðir frá
Sjálvdan hesir báðir eru so friðaligir
Debes, Arnfinn og Jóannes fylgja væl við
Susan, Astrid og Regin gera tað sama
David greiðir frá um rennitypur og hvat motiverar rennarar
Henrik er væl nøgdur, meðan Arnfinn fylgir við
Her síggja teir eitt sindur veðurbardir út
…og so var tað eisini matur á skránni
…lekkirt halda tær Súsan, Susan, Laila og Astrid !!!
Allir luttakarar fingu hvør sína t-shirt frá FÍF
Standandi fv. David, Regin, Súsan, Birna, Arnfinn, Birna, Susan, Arnfinn, Marnar, Astrid, Christian, Henrik, Jóannes og Laila.
Húkandi fv. Anna Maria, Niels Jákup, Herluf, Finn og Debes. Á myndini mangla Jan Elmar, Ann, Maria Svabo og Gutti (myndamaður)
1 comment
Selv tak, det var meget inspirerende, og har allerede i dag brugt flere af øvelserne i min træning.
Med inspiration fra postkasseløbet søndag, foreslog jeg i går Rani Nolsø hvordan I i Klax kunne afvikle aftenens træning 😉
Comments are closed.