Home FÍF Skeið fyri fólk, ið sita í nevnd

Skeið fyri fólk, ið sita í nevnd

by Hallur Holm

Tað er ofta tvørligt hjá feløgunum at manna nevndirnar, sum skulu reka felagið, og ofta er tað rættiliga tilvildarligt, hvør tað er, sum endar í nevndini. Men í øllum førum er tað alla æru vert hjá teimum, sum brúka stóran part av síni frítíð til sjálvboðið arbeiðið í feløgunum. Men tað er eisini umráðandi, at tey sum nú einaferð manna nevndirnar, eru tilvitað um hvat tey eru farin undir, og at tey vita, hvat krevst.

Leygardagin 3. november 2012 skipar ÍSF fyri skeiði, sum er fyri nevndarlimir. Tað verður chefkonsulenturin hjá DIF, Torben Bundgaard, sum kemur til Føroya at leiða skeiðið.

Skeiðið kemur at fevna um flest allar viðkomandi uppgávur, sum eru í einum vanligum ítróttarfelag. Meira kann lesast um skeiðið á heimasíðuni hjá ÍSF. Her er beinleiðis slóð til greinina hjá ÍSF: http://www.isf.fo/?p=2492

Eisini í FÍF meta vit tað vera umráðandi, at nevndarlimir fáa so frægt av amboðum sum til ber, og vil FÍF tí bjóða einum persóni frá hvørjum felagi á hetta skeiðið. Kostnaðurin fyri skeiðið er annars 400 kr. Skeiðið er frá kl. 9-17 og matur og skeiðstilfar er íroknað prísin.

Tilmeldingarfreistin hjá ÍSF er 25. oktober, so FÍF má hava tilmeldingarnar nakað áðrenn.

Áhugað kunnu ringja til til Hall, 228 338, og boða frá luttøku. Vónandi hevur hetta áhuga í feløgunum.

0 comment
0

Related Articles