Home FÍF Skeið fyri kassameistar

Skeið fyri kassameistar

by Hallur Holm

Í næstum fer ÍSF at skipa fyri skeiðum fyri kassameistarum. Málbólkurin fyri skeiðið er kassameistarar og møguliga nevndarlimir í ítróttarfeløgum. Evnini á skeiðinum verða bókhald og mannagongdir, skattlig viðurskifti, stuðulsskipanir og mvg. Greitt verður frá uppgávuni og ábyrgdini hjá einum kassameistara. Skeiðið gevur kassameistarum góða vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og mvg.

Skeiðini verða hildin hesar dagar:

  • 5. mars í skúlanum á Giljanesi
  • 20l. mars í skúlanum við Løkin
  • 9. apríl í skúlanum á Tvøroyri
  • 30. apríl í skúlanum við Ósánna
  • 15. mai í ÍSF-húsinum í Gundadali

Hvørt skeiðið byrjar klokkan 18.30 og endar umleið klokkan 22.00. Tað er pláss fyri 30 luttakarum á hvørjum skeiði.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 200 kr. FÍF rindar kostnaðin fyri ein nevndarlim úr hvørjum felagi.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá ÍSF, www.isf.fo – har er eisini meira kunning um skeiðið, og har er eisini ymiskt tilfar, sum kann lesast áðrenn sjálvt skeiðið.


Kassameistari hjá bæði Treysti og FÍF í mong ár. Jú, Gutti dugir annað enn at spiika.

 

0 comment
0

Related Articles