Home FÍF Skeið fyri mótiónsrennivenjarar

Skeið fyri mótiónsrennivenjarar

by Hallur Holm

Hetta seinasta árið hava feløgini alt meira og meira skipað fyri felags rennivenjingum. Øll okkara seks feløg hava nú skipaðar felags rennivenjingar. Fleiri einstaklingar hava tikið uppgávuna á seg at skipa fyri, og hevur hetta verið sera kærkomið. Nøkur av hesum hava drúgvar royndir innan renning, meðan onnur hava kastað seg út í tað, og roynt at fingið sum frægast burturúr. Og hugaligt er at fylgja við á ymisku facebook síðunum, hvussu roynt verður at halda lív í.

Í fjør fór Dansk Atletikforbund undir at skipa fyri serligum motiónsvenjaraskeiðum, sum júst vóru skræddaraseymað til tey sum taka ábyrgd fyri einum bólki. FÍF royndi í fjør at fáa onkran skeiðsleiðara at koma hendan vegin, men ikki lá tað fyri hjá teimum tá. Men nú bar betur til. Vit hava gjørt avtalu við David Møller, sum er motionskonsulent hjá DAF, um at koma til Føroya vikuskiftið 16. – 17. november at hava skeið fyri okkara motiónsrennivenjarar. Endaliga skráin er ikki klár enn, men verður kunngjørd her í næstu viku. Tó kunnu vit rokna við, at arbeitt verður einar seks tímar báðar dagarnar (leygar- og sunnudag) meðan ljóst er. Talan er um bæði verkliga og ástøðiliga undirvísing.

Skeiðið tekur m.a. hesi evni upp:

  • Fjølbroytta rennivenjing
  • Intervalvenjing
  • Styrkivenjing
  • Fyribyrging av skaðum
  • Fá ein betri rennistíl
  • Lær at samanseta ein venjing
  • Finna sín egna leiklut sum leiðari

Skeiðið verður ókeypis. Ein tilmelding verður løgd klár fríggjadagin, og í FÍF vóna vit at øll áhugað halda seg framat. David Møller, sum sjálvur hevur runnið á rímiliga høgum støði, og eisini verið venjari í nógv ár, gleðir set at koma til Føroya á fyrsta sinni og at hitta tykkum 🙂


Sum tit síggja, er David Møller (498) ikki bangin fyri at taka før(oy)ingar… 😉

0 comment
0

Related Articles