Home FÍF Skrá fyri 3. Grand Prix 2007 fyri børn og ung

Skrá fyri 3. Grand Prix 2007 fyri børn og ung

by Hallur Holm

Her er skráin fyri 3. og seinasta umfar av Grand Prix 2007 fyri børn og ung, sum verður á Svangaskarði í annaðkvøld.

Tíð   Spurtteinar     Miðteinar               Kúlustoyt
19.30 Ge 10-11 (200m)                         Ge 16-17
19.35 Dr 10-11 (200m)
19.40 Ge 12-13 (200m)                         Dr 16-17
19.45 Dr 12-13 (200m)
19.50 Ge 14-15 (400m)                         Ge 12-13
19.55 Dr 14-15 (400m)
20.00 Ge 16-17 (400m)                         Dr 12-13
20.05 Dr 16-17 (400m)
20.10                 Ge 10-11 (1.000m)       Ge 14-15
20.15                 Dr 10-11 (1.000m)       Dr 14-15
20.20                 Ge 12-13 (1.500m)       Ge 10-11
20.30                 Dr 12-13 (1.500m)       Dr 10-11
20.40                 Ge 14-15/16-17 (2.000m)
20.50                 Dr 14-15/16-17 (2.000m)
21.00 Heiðursmerkjahandan
      
Steyp verður latið til besta einstaka úrslit hjá gentu og drongi

Hesar ásetingar eru annars galdandi fyri kappingina.
Tilmelding fer fram her á síðuni ella í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin semifinala ella finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst
  10 min áðrenn greinin byrjar.

– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag.
– Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1990-1997) eru vælkomin at luttaka.
– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er grundarlag fyri úttøku til talentbólk undir FÍF.

0 comment
0

Related Articles