Skrá fyri venjararskeiðið 14.-15. november

Skrivað hevur

Venjaraskeið 14.-15. novembur, børn 7-10 ár

Stað: Skúlin í Hoyvík

Tilmeldingarfreist: 9. november

Málbólkur: óroynd og áhugað, ið vilja vita meira um barnavenjing, tí tey ætla sær í gongd ella eru biðin at vera venjarar.

Krøv, skalt tú vera barna- og ungdómsvenjari: áhugi, vilji og orka
(gott, um tú hevur venjara- og ítróttaroyndir, undirvísingarroyndir og dugir at fáast við fólk, men tað kann vera, at sumt skal avlærast, og sum lærarst av nýggjum)

Skeiðstilfar: Friidrott för barn, SISU idrottsböcker, 2011
Grundträning 1, FRIIDROTT, 10-14 år, SISU idrottsböcker, 2011

Skeiðsskrá:
Leygardag 14. novembur
Kl. 09.00-10.30 Teori I (venjaraleikluturin, umhvørvið og eitt sindur um barnið)
Kl. 10.30-10.45 kaffistegður
Kl. 10.45-12.15 Teori II (barnið – likamlig, motorisk, sálarlig og sosial menning, og hvussu vit skipa
venjing, ið hevur fyrilit fyri børnum á ymsum menningarstig, við ymsum førleikum og ymsari bakgrund)
Kl. 12.15-13.00 Miðmáli
Kl. 13.00-14.30 Praksis (frælsar ítróttir í fimleikahøll)
Kl. 14.30-14.45 Kaffisteðgur
Kl. 14.45-15.45 Vit knýta teori og praksis saman (gera í minsta lagi 2 venjingarpass)
Kl. 15.45-16.00 Vit taka samanum og umrøða, hvat ber til at fara í gongd við í tykkara felag nú

Sunnudagur 15. novembur
Kl. 09.00-10.00 Bólkarnir leggja venjingarpassini frá, grundgeva fyri bygnaði og øvilsavali og fáa skotsmál frá hvørjum øðrum
Kl. 10.00-10.15 kaffistegður
Kl. 10.15-12.15 Teori III (venjing og barnið, sum skjótt gerst tannáringur. Stigvøkstur (progressión) við
skili)
Kl. 12.15-13.00 Miðmáli
Kl. 13.00-14.00 Praksis (frælsar ítróttir á Tórsbreyt)
Kl. 14.00-14.15 Kaffisteðgur
Kl. 14.15-14.45 Vit knýta teori og praksis saman (gera 2 venjingarpass, 1 vanligt + 1 illveðurspass)
Kl. 14.45-15.00 Vit eftirmeta og taka samanum

Comments are closed.