Tann gløggi lesarin hevur kanska varnast, at skráin fyri summarhálvuna er kunngjørd fyri nøkrum døgum síðani. Mars er meira enn hálvrunnin, og seinastu tiltøkini vetrarhálvuna eru TF-renningin í Klaksvík 19. mars og 5. og seinasta umfar av Vetrarkappingini í Runavík 26. mars.
Í apríl mánað verður lagt bragdliga fyri við venjaraskeiði bæði 1.-3. apríl og 29. apríl-1. mei. Í apríl verður eisini VILT í Suðuroy og stóra Flaggdagsrenningin hjá Bragdinum. Seint í mei verður fyrsta av í alt 5 umførum í Grand Prix fyri børn og ung. Hendan kappingin fer at koyra eftir sama leisti sum í fjør. Tað er enn ikki endaliga avgjørt, hvat felag skal vera vertur hvønn dagin. Tað fáa vit endaliga staðfest, tá fótbóltsdystirnir á Svangaskarði eru fastlagdir. Tað kann eisini væl vera, at feløgini vilja flyta kappingardagin eitt vet í mun til tað sum nú er lýst. So enn er eitt sindur av elastisiteti í hesari kappingini.
Vónandi verðru Grand Prix fyri børn og ung eins væleyndað í ár sum í fjør. Her er tað frá triðja umfari á Tórsbreyt.
Greitt er tó nær tær tríggjar FM-kappingarnar í landavegsrenning skulu fyriskipast. Tann fyrsta verður 1/2 maraton í Havn fyrsta vikuskifti í mei, síðani er tað FM á 10 km, sum verður á Eystanstevnu og FM í heilum maraton verður í Havn í sambandi við Tórshavn Maraton fyrst í september. Aftur í ár fara vit at hava FM á breyt eitt heilt vikuskifti – bæði hjá børnum og vaksnum. FM á breyt fyri vaksin verður leygar- og sunnudagin 6. og 7. august (sama vikuskifti sum Summarfestivalurin) og FM á breyt fyri børn og ung verður vikuskiftið 20.-21. august. Báðar kappingarnar verða á Tórsbreyt.
Grand Prix fyri vaksin verður aftur í ár fyriskipað á bygdastevnunum kring landið, og endar á Ólavsøku. Fyrsta umfar verður á Norðoyastevnu 4. juni. Tað er enn ikki heilt avgjørt, hvussu nógvar GP renningar verða, og heldur ikki er reglugerðin fyri kappingina dagførd enn. Men tað kemur alt í rættlag nakað áðrenn Norðoyastevnuna.
Aftur í ár byrjar Grand Prix fyri Vaksin á Norðoyastevnu. Hetta er frá startinum í 2010, har talan gjørdist um metluttøku fyri vaksin
Hvirlan hevur trý tiltøk á kalendaranum. Fyrst er tað Virkisleikir í mei, síðani stóra barnatiltakið Stuttleikir í juni og síðani altjóða kappingina Jatnatøk í juli. Treysti hevur eisini trý tiltøk á skránni: Fossanesrenningin í juli, Viðareiðisrenningin í august og at enda stóri hugnaligi felagstúrurin Kalsoyarrenningin. Aftur í ár fer MÍF at skipa fyri harða túrinum Top Run. Tað verður seint í august.
Síðst men ikki minst er 2011 oyggjaleikaár. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum til Isle of Wight 25. juni og verður aftur 1. juli.
Oyggjaleikir verða í summar. Heri Ziska hevur vunnið mangt eitt heiðursmerki á oygjaleikum.
Tað kann væl hugsast, at feløgini hava onnur tiltøk í stoypiskeiðini, ella at onkur kapping ella tiltak er gloymt í rúgvuni. Sigið endiliga frá, um tað eru onnur tiltøk, ið skulu við í skránna.
1 comment
Samlaða yvirlitið sæst á slóðini “kalendari” á forsíðuni.
Comments are closed.