Tað er stak góð undirtøka fyri venjaraskeiðinum, sum verður í ÍSF-húsinum um vikuskiftið. Skeiðið er við at verða fullteknað nú, og øll okkara seks feløg eru umboðað millum teir 25 skeiðsluttakararnar. Leygardagin fer ein partur fram í fimleikarhøllini á Læraraskúlanum, so tá skulu tit hava innanduraklæðir við. Ongar skógvar við svørtum botni! Og sjálvandi skulu tit eisini hava klæðir til renning uttandura. Matinum syrgir FÍF fyri. Skráin fyri dagarnar sær soleiðis út:
Hittast leygarmorgunin kl. 9.55 í ÍSF-húsinum.
Leygardagur 16. november:
10.00 – 10.30: Vælkomin, gjøgnumgongd av skránni og presentatión – ÍSF-húsið!
10.45 – 11.20: Renniteknikkur, verkligt. Hvussu fært tú so góðan teknikk sum gjørligt?
11.25 – 12.30: Renning og styrkivenjing (lop alternativ styrki og core)
12.30 – 13.00: Bað og skifting – Føroya Læraraskúli
13.00 – 13.45: Matarstøðgur
13.45 – 15.00: Skaðar og skaðafyribyrging
15.00 – 16.00: Venjaraleikluturin
Sunnudagur 17. november
10.00 – 11.45: Intensiv venjing. Undir venjingini verður greitt frá venjingarprinsippum.
11.50 – 12.30: Rennitypur og motivatión (hvussu kann rennifelagið gerast enn betri?)
12.30 – 13.35: Matarstøðgur
13.40 – 14.45: Aerob venjing, verkligt.
14.45 – 15.15: Bað og skifting – Svimjihøllin
15.15 – 15.50: At leggja venjingarætlan. Hvussu arbeiða vit, og nær gera vit hvat?
Skal heilsa frá David Møller, at hann gleðir seg at hitta tykkum
Tíðirnar eru vegleiðandi, og kunnu verða broyttar.
5 comments
doyligt. men hvar møta vit leygarmorgum?
Hey Regin – gott at onkur er vakin.
Havi nú rættað eitt sindur í tekstinum, so lætt er at síggja, at møtast skal leygarmorgunin kl. 9.55 í ÍSF-húsinum.
vh
Hallur
Lige lidt kuk i tidsplanen søndag.
14:45-15:15
14:45-15:50
Også lørdag er der kuk i planen.
10:45-11:20
12:30-13:00
Tak Kølle – eg rætti beinanvegin. Huff puff – onkuntíð gongur alt ov skjótt.
Comments are closed.